Trygd er lykilin hjá Miðflokkinum

Miðflokkurin fer til val upp á at vera tað trygga valið – trygt fyri ófødda barnið, trygt fyri familjuna og trygt fyri samfelagið

Miðflokkurin hevur í dag lagt fram valskránna til løgtingsvalið. Og Miðflokkurin fer til val upp á at vera tað trygga valið.

 

Í nógvum lutum kenna vit Miðflokkin aftur. Eitt nú tá serligur dentur verður lagdur á at Miðflokkurin vil eitt trygt samfelag, »líka frá gitnaði til nátúrligt andlát«. Við hesum slagorðum staðfestir Miðflokkurin sína mótstøðu til fosturtøku og aktiva deyðshjálp.

 

Men Miðflokkurin fer ikki einans til val upp á etisku virðini og fosturtøkulógina. Í valskránni leggur Miðflokkurin eisini fram fleiri onnur uppskot.

 

Millum hesi kunnu nevnast, at Miðflokkurin vil tryggja, at eingin livir í fátækradømi, ikki gjøgnum lógarbroyting, men við at hjálp skal bjóðast til útgreiningar í hvørjum einstøkum føri. Tað vil siga, at øll, ið meta seg verða millum tey, ið liva í fátækraváða, skulu hava rætt at venda sær til Almannastovuna, sum síðani metir um, hvørt hesi hava tørv á bata og hjálp.

 

Miðflokkurin fer eisini til val upp á at hjálpa barnafamiljum. Eitt nú við at leingja barsilsfarloyvið upp í eitt ár, progressivum barnastuðli, ið hækkar við hvørjum barni, startpakka til familjur, ið ynskja at seta búgv og stovna familju í Føroyum, at differentiera meirvirðisgjaldið á gerandisvørum og við at ansingarpeningurin skal fylgja barninum, soleiðis at foreldur kunnu ansa barninum heima.

 

Skattalætti til lág- og miðalinntøkur er eisini partur av valskránni, umframt onnur mál á flest øllum økjum.

 

Valskráin hjá Miðflokkinum verður viðgjørd og greinað gjøllari í Sosialinum, sum kemur á gøturnar mánadagin.