Ársúrslitið hjá Trygd gjørdist 20,4 milliónir krónur fyri skatt, í mun til 29,2 milliónir krónur fyri skatt í 2009.
Eftir skatt var ársúrslitið 16,8 milliónir krónur í 2010. Tað var 23,9 milliónir krónur í 2009.
Tryggingartekniska úrslitið var 17,2 mió. kr. í 2010 samanborið við 25,4 mió. kr. í 2009.
Trygd sigur í tíðindaskrivi, at leiðslan er av tí fatan, at ársúrslitið er nøktandi, hóast úrslitið ikki er eins gott sum fyri 2009, tá tað var søguliga gott.
- Skaðagongdin hevur verið nøktandi. Talið av skaðum hevur so at siga verið á sama støði í 2010 sum í 2009, men skaðaendurgjøldini eru hækkaði úr 42,4 mió.kr. í 2009 til 47,2 mió.kr. í 2010. Øktu skaðaendurgjøldini stava frá millum øðrum øktum endurgjøldum fyri persónskaða. Nýggjar dagførdar lógarreglur, so sum endurgjaldsábyrgdarlógin og arbeiðsskaðalógin, hava við sær fleiri og størri skaðaendurgjøld fyri persónskaðar. Somuleiðis hava eisini verið fleiri brunaskaðar í 2010 í mun til 2009, sigur felagið.
Tryggingargjøldini í 2010 vóru íalt 86,2 mió. kr. Hetta er ein minking í mun til 2009, tá ið tryggingargjøldini vóru 91,9 mió.kr. Broytingin stavar frá lægri inntøkum frá eitt nú biltryggingum eins og einstøkum vinnutryggingum.
- Búskaparstøðan í samfelagnum hevur havt við sær, at tørvurin á tryggingardekningum hevur verið fallandi, og samstundis er kappingin herd um bæði privatar og vinnuligar kundar. Sølan av privatum húsum og bilum er framvegis lág, hóast framgongd er at merkja.
- 2010 gjørdist eitt gott ár fyri Trygd. Eitt heppi samanfall av góðum veðri og fáum skaðum gjørdi sítt til, at árið hepnaðist væl og tað fegnast vit um. Tað er umráðandi hjá Trygd at varðveita eitt kappingarført tryggingarvirksemi, soleiðis at føroysku tryggingartakararnir altíð kunnu fáa eina dygdargóða tænastu til kappingarførar prísir. Tí er umráðandi at halda rakstrarúrtreiðslurnar av felagnum á so lágum støði sum møguligt, og samstundis veita góða ráðgeving, og skjóta og dygdargóða skaðatænastu, sigur Jean Djurhuus, stjóri í Trygd.
- Búskapargongdin í samfelagnum hevur gjørt sítt til, at tryggingarmarknaðurin hevur verið nakað stirvin. Tá ið tað ikki er so nógv virksemi við keyp og sølu av ognum, ið skulu tryggjast, er avbjóðingin størri at vaksa, men vit eru hóast alt nøgd við, at felagið alsamt styrkir um sína marknaðarstøðu, sigur Jean Djurhuus.
Eginognin hjá Trygd var við ársenda 2010 100,2 mió.kr.
Ársfrágreiðingin 2010 varð góðkend á aðalfundi hjá Trygd. Aðalfundurin samtykti at útgjalda 15 mió.kr. í vinningsbýti fyri 2010. Á aðalfundinum bleiv øll nevndin afturvald.