Hálvársúrslitið hjá Trygd fyri 2011 gjørdist 14,6 mió. kr. fyri skatt. Hetta er ein munandi framgongd í mun til fyrra hálvár 2010, tá úrslitið var 8,2 mió. kr. fyri skatt, skrivar Trygd í tíðindaskrivi.
Eftir skatt var hálvársúrslitið 11,9 mió. kr. í 2011. Tað var 6,7 mió. kr. í 2010. Tryggingartekniska úrslitið var 13,7 mió. kr. í 2011 samanborið við 6,1 mió. kr. í 2010. Leiðslan er av tí fatan, at hálvársúrslitið er nøktandi.
Skaðagongdin higartil í ár hevur verið góð, og talið av skaðum hevur verið nakað lægri enn fyrru hálvu 2010. Tað sama er galdandi fyri skaðaendurgjøldini, ið eru lækkað úr 26,4 mió. kr. fyrru hálvu í 2010 til 17,6 mió. kr. fyrra hálvár 2011.
Orsøkin til lækkaðu skaðaendurgjøldini er, at so at siga eingir størri skaðar, so sum brunaskaðar, hava verið higartil í 2011, umframt at veturin varð merktur av rímuliga góðum veðri hvat ódnum og vindi sum heild viðvíkur.
Tryggingargjøldini fyrru hálvu í 2011 vóru íalt 49,0 mió. kr. Hetta er ein lítil minking í mun til 2010, tá ið tryggingargjøldini vóru 49,7 mió.kr. Broytingin stavar einamest frá lægri inntøkum frá biltryggingum.
Framhaldandi stirvna støðan í búskapinum og samfelagnum sum heild hevur við sær, at tørvurin á trygging hevur verið fallandi. Kappingin er framvegis hørð - bæði um privatar og vinnuligar kundar. Sølan av privatum húsum og bilum er framvegis lág, hóast framgongdin frá 2010 sær út til at halda fram í 2011. Tó er langt upp til sølutølini frá eitt nú 2008.
Fyrra hálvár í 2011 varð eisini merkt av broytingum í stjórnini. Jean Djurhuus, ið hevur verið stjóri síðani 1. februar 2008, segði seg úr starvi. Í hansara stað bleiv Janus Thomsen settur at røkja starvið sum fyribils stjóri.
Um hálvársúrslitið fyri 2011 og gongdina sum heild sigur Janus Thomsen, fyribils stjóri, at leiðslan er nøgd við úrslitið.
Vit fegnast sjálvsagt um góða úrslitið. Tó skal ein ikki gloyma, at í hesi vinnuni gongur skjótt hvønn vegin. Hetta hálvárið hevur verið heldur óvanligt, av tí at vit ikki hava verið rakt av størri skaðum. Tað kunnu vit og okkara viðskiftafólk ikki annað enn fegnast um, men tað kann broytast frá einum degi til annan.
Janus Thomsen leggur afturat, at Trygd í hesi fyrru hálvu hevur lagt stóran dent á at menna tryggingartænasturnar til viðskiftafólkini.
Hetta seinasta hálva árið hava vit gjørt nógv burturúr at menna okkara tryggingartænastur. Eitt nú hava vit fingið ein Kundaportal, so viðskiftafólkini til eina og hvørja tíð kunnu fáa eitt yvirlit yvir sínar tryggingar. Eisini hava vit ment verandi tryggingar, so sum Ársferðatrygd og Vanlukkutrygd, so hesi nú hava væl betri fulnaðir, samstundis sum kostnaðurin er lækkaður munandi.
Vit arbeiða framhaldandi við at menna tænastur til kundan og at hava ein skilagóðan rakstur. Hetta tryggjar viðskiftafólkum eina dygdargóða og skjóta tænastu, til gleði fyri bæði viðskiftafólk og starvsfólk.
30. juni 2011 var eginpeningurin hjá Trygd 97,2 mió. kr. Í løtuni starvast 22 fólk hjá Trygd.