Trygd hevði eitt gott ár

Árið í fjør gjørdist eitt gott ár fyri tryggingarfelagið Trygd.

Ársúrslitið hjá felagnum gjørdist 23,0 mió. kr. fyri skatt, í mun til 4,6 mió. kr. fyri skatt í 2011.

Eftir skatt var ársúrslitið 19,0 mió. kr. í 2012. Tað var 3,7 mió. kr. í 2011.

Tryggingartekniska úrslitið var 21,4 mió. kr. í 2012 samanborið við 1,8 mió. kr. í 2011. .

Um ársúrslitið fyri 2012 sigur Janus Thomsen, stjóri, at leiðslan er væl nøgd við úrslitið.

- 2012 gjørdist eitt gott ár hjá Trygd. Skaðagongdin hevur verið góð, og vit hava megnað at vinna størri marknaðarlut á bæði privata og vinnuliga marknaðinum. Sostatt hava vit aftur í 2012 megnað at styrkt okkara støðu á føroyska tryggingarmarknaðinum. Størri aktivitetur á eitt nú søluni av nýggjum bilum og húsum sæst eisini aftur í einum tryggingarfelag sum okkara, so hóast nakað stirvna búskaparliga gongdin heldur fram, við eitt nú fallandi fólkatali, so hava vit merkt ein størri aktivitet á serliga biltryggingum enn undanfarnu 3-4 árini, sigur Janus Thomsen.

Í 2012 hevur skaðagongdin verið nøktandi. Talið av skaðum var munandi lægri enn í 2011, tá herviligu ódnirnar gjørdu um seg í november og desember.

Skaðaendurgjøldini fyri egna rokning lækkaðu úr 62,7 mió.kr. í 2011 til 40,2 mió.kr. í 2012.

Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu 1,8 mió. kr. í 2012 og vóru íalt 87,7 mió. kr, í mun til 85,9 mió.kr. í 2011. Broytingin stavar frá vøkstri á bæði privata og vinnuliga marknaðinum, umframt prístalsjavnan.

Eginognin hjá Trygd var við ársenda 2012 107,9 mió.kr.