Trygd á netinum: ikki senda pening ella nakinmyndir

Vandin á netinum gerst størstur, tá tú velur at senda pengar til onkran, sum tú ikki kennir, ella tá tú velur at senda intimar myndir, sigur løgreglan.

Tað eru fleiri dømir um fólk, sum eru komin illa fyri á netinum, tí tey hava latið persónligar upplýsingar frá sær, latið seg lokkað at senda pening til persón, sum tey ikki hava møtt, ella verða lokkaði í eina støðu har ein mynd av teimum verður nýtt til at kroysta pening úr teimum, boðar løgreglan frá. Vandin á netinum gerst størstur, tá tú velur at senda pengar til onkran, sum tú ikki kennir, ella tá tú velur at senda intimar myndir, sigur løgreglan.

 

 

Frá løgregluni verður greitt frá, at í Føroyum eru ongi hagtøl yvir, hvussu ofta slíkir tilburðir hava verið, men at tað hendir av og á, at fólk koma illa fyri á netinum, og verða snýtt fyri nógvar pengar. Tó er onki løgreglan fær gjørt, tá peningurin sjálvboðin er sendur avstað. Løgreglan veit ikki hvør móttakarin av pengunum er, tí viðkomandi aloftast gevur út skeivar upplýsingar um seg sjálvan. Av og og senda tey stolna mynd ella passmynd av sær sjálvum.

 

 

-Hóast vit ikki hava nógvar royndir við hesum í Føroyum, so síggja vit ferð eftir ferð í Danmark, at fólk verða snýtt, tí tey senda pening til ein tey hava møtt á netinum. Viðkomandi biður ofta um pening til ferðina at vitja teg, pappírir sum skulu avgreiðast áðrenn ferðast kann ella pening til trygging og slíkt, sigur løgreglan.

 

 

-Fellur prátið á pengar, so er gott at vera skeptiskur. Sig at tú ikki hevur ráð at rinda fyri, at viðkomandi kemur at vitja, og tað er umráðandi at vera fastur á hondini. Vilja tey vitja, so mugu tey sjálvi skava peningin saman, sigur løgreglan.

 

 

-Man skal vera varin, og kennir tú ikki tey, sum seta seg í samband við teg, so er best at ignorera tey. Verður samrøðan alt ov intim, og verður tú eggjaður til at senda nakinmyndir, so er stórur møguleiki fyri, at tað verður brúkt í móti tær seinni til at fáa pening frá tær. Um tú velur at senda myndir, send so heldur myndir av andlitinum, og ver í klæðum.