Skúli
Alt bendir nú á, at Trygdarmiðstøðin í Klaksvík skjótt fær egin høli.
Leingi hevur verið ætlanin at byggja nýggja Trygdarmiðstøð, og tað ætlaði henda samgongan eisini. Trygdarmiðstøðin skuldi byggjast við Borðarvík.
Men tá ið tað vísti seg, at byggikostnaðurin fór at verða 40 milliónir krónur, varð farið at kanna aðrar møguleikar.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaur sigur, at Fiskimálaráðið hevur samráðst við eigararnar av bygninginum, sum bara er fá ára gamal, og sum brúkast skuldi til timburhandil. Bygningurin, sum varð tikin í nýtslu, men fór illa av eldi, stendur á vestara arminum í Klaksvík, beint við Norðborg.
Jacob Vestergaard vil enn ikki út við, hvat bygningurin fæst fyri, men sjálvt um innrætting má gerast, verður húsið væl bíligari enn at byggja nýtt.
Skal tað almenna keypa henda bygning, má málið fyri løgtingið. Jacob Vestergaard væntar, at peningur til ætlaða keypið kann takast av íløgujáttanini.
Málið kemur heilt skjótt fyri tingið, sigur landsstýrismaðurin.