Kring allan heim, har oljuleiting og oljuframleiðsla fer fram, eru øll eygu í hesum døgum vend móti oljulekanum í Meksikanska flógvanum, sum er vorðin einki minni enn ein hóttandi umhvørvisbumba.
Eisini um okkara leiðir, í Norðsjónum og á Atlantsmótinum, verður fylgt væl við gongdini í Meksikanska flógvanum og spurt verður, um ein slík umhvørvisvanlukka eisini kann henda um okkara leiðir.
Amerikanskir myndugleikar hava gjørt av sum eina avleiðing av oljulekanum at stegða nýggjum boringum við strendurnar. Bæði Obama forseti og guvernørurin í California, Arnold Swartzennegger hava gjørt greitt, at nýggir brunnar verða ikki boraðir soleiðis sum støðan er við oljulekanum í Meksikanska flógvanum.
Einki at óttast
Um góðar tvær vikur verður borurin aftur settur í føroysku undirgrundina. Spurningurin er, um hendingin í Meksikanska flógvanum hevur fingið føroyskar oljumyndugleikar at rista í brókunum og seta spurnartekin við oljuboring á landgrunninum! Tann spurningin hava vit sett Meinhard Eliassen frá Jarðfeingi, sum hevur ábyrgd av trygdini, tá farið verður undir nýggjar boriætlanir.
- Er nakað at óttast í Føroyum, nú borurin verður settur í aftur.
- Tað haldi eg ikki. Tá eitt felag fær loyvi at bora brunnar á føroyskum øki skal felagið gera eina fullfíggjaða váðagreining, har allir vandar verða viðgjørdir. Í tí sambandi skal man tryggja sær, at øll neyðug trygdartiltøk eru tøk. Vit mugu hava í huga, at í okkara øki eru brunnar boraðir í meira enn 30 til 40 ár, tá hugsi eg serstakliga um norska og bretska økið. Okkara krøv eru meinlík teimum, sum verða sett í okkara grannalondum. Á tí økinum kenna vit okkum trygg.
Á høgum støði
-Men ber til at siga, at eingin vandi er til steðar?
- Ein fær meg ikki til at siga, at als einki kann henda. Men vit meta, at okkara krøv eins og tað vit vita fyristøðufeløgini gera av forarbeiði tvs. trygdartiltøk tey seta í verk, eru á so høgum støði, at tað er nøktandi fyri tað trygdarsstøði, sum vit hava valt í føroyskum øki.
- Men BP og Transocean, sum hava ábyrgdina av dálkivanlukkuni í Flógvanum, eru roynd feløg á djúpum vatni, og tey megnaðu kortini ikki at halda trygdarkrøvini?
- Tað er eingin loyna, at vit tosa um tvey feløg, sum í heimshøpi eru millum mest royndu feløgini at bora á djúpum vatni. Men vit vita enn lítið og einki um orsøkina til hesa vanlukku.
Læra av øðrum
- Kunnu vit í Føroyum læra nakað av tí, sum er hent í Meksikanska flógvanum, uttan at vit enn vita, hvat veruliga er hent?
- Filosofiin í øllum trygdararbeiði er hon, at tú skal læra av tí, sum hendir, og ein av uppgávunum er at fylgja sera væl við og læra av royndum frá øðrum londum og feløgum. Tað er eitt krav, sum vit seta okkum sjálvum sum trygdarmyndugleika og ikki minst teimum feløgum, sum hava fingið loyvi at arbeiða á føroyskum øki. So tað er eisini teirra uppgáva at fylgja við og eftirmeta síni egnu trygdarkrøv.
- Um nú eitt óhapp hendir á føroyskum øki, hava vit tá gjørt okkum nóg væl út til at fyribyrgja størri avleiðingum?
- Tá ein boriumsókn verður latin inn, tá er tað eisini eitt krav, at ein fullfíggjað tilbúgvingarætlan skal fylgja við, og har verða allir hugsandi vandar viðgjørdir. Tað snýr seg bæði um fólk, umhvørvi og tinglig virði. Tá vit tosa um vanlukkur av slíkum slag, so hava feløgini tryggjað sær, at tey hava atgongd til neyðuga basingarútgerð, og í hesum førinum er tað soleiðis, at allir operatørar í Norðureuropa eru felags um eitt sentur, sum liggur inni við allari slíkari útgerð.
Borað í 40 ár
- Skal tað skiljast so, at Føroya fólk hevur onga orsøk til at hava ampa á sær, nú ein nýggj boring verður á landgrunninum?
- Eg vil siga tað so, at vit hava livað við hasum vandanum í meira enn 30 ár, tí tað eru boraðir brunnar vestan fyri Hetland og eystan fyri Føroyar síðani 70-árini uttan at nakað er hent, so vandin í dag er ikki størri enn hann var fyri skjótt 40 árum síðani.
- Tá BP boraði sín seinasta brunn á landgrunninum slapp felagið at bora á hávetri. ER nakar vandi í at lata feløgini bora hesa ringu ársins tíð?
- Eg vil heldur siga, at tað er ein fíggjarligur vandi í at bora um veturin, tí tá kanst tú rokna við at fáa nógvar bakkdagar. Vit mugu eisini minnast til, at boripallar av hesum slag eru sera dýrir at leiga. Vit tosa um upphæddir uppá 2-3 milliónir um dagin, og liggur tú stillur í eina viku, so er tað ein fíggjarligur vandi í tí, men verður hugsað um trygdina hjá starvsfólki og umhvørvi, so er vandin ikki nógv størri at bora um veturin enn hann er um summarið.
- Skal hetta skiljast soleiðis, at samanumtikið er lítil ella eingin vandi á ferð, tá tað verður borað við Føroyar?
- Tað ber ikki til at siga, at eingin vandi er á ferð, tí einhvør handling í lívinum er knýtt at einum vanda, men eg vil siga, at vandin er ikki størri nú enn hann hevur verið. Trygdin er altíð í hásæti, tá borað verður her.