Trygdin hjá børnum sett í hásætið

Vestmanna kommuna fer nú at seta sterkt hegn kring allan barnagarðin í bygdini. Ein partur er longu gjørdur, meðan restin verður gjørt í vár.

Tað var eitt stórt framstig innan barnaansingina, tá vestmenningar fyrst í árinum kundu taka tann nýggja barnagarðin í nýtslu.
Nýggi barnagarðurin við heitinum "Gjáarlon", ið liggur ovarlaga í bygdini, er góðkendur til 84 børn. Her er bæði talan um børn í vøggustovu og í barnagarði.
Hetta var samstundis tann fyrsti barnagarðurin, ið varð góðkendur av almennu eftirlitsstovnunum. Har inni finst tí alt, sum kann gera dagin góðan og innihaldsríkan fyri vestmannabørn.
Uttanfyri er tó enn eitt og annað eftir at gera. Millum tingini, ið ein fer undir í næstum er at leggja asfalt á spæliplássið.
Men tað størra málið í hesum samband má tó sigast at vera sjálv innhegningin av barnagarðinum, sum liggur beint við eina stóra gjógv.
- Hetta málið verður eisini loyst nú, sigur Karl A. Olsen, borgarstjóri í stuttari viðmerking við Sosialin.

Sterkt hegn
Á fundi í bygdarráðnum herfyri varð júst hetta málið til viðgerðar.
Í ætlanini skulu tvey arbeiðir gerast: Í fyrsta lagi skal gerast ein stuðulsmúrur niðan móti vegnum, soleiðis at børnini ikki á nakran hátt kunnu fara uppeftir hesum beninum.
Í øðrum lagi er so ætlanin at gera eitt gott og sterkt hegn kring allan barnagarðin. Ein hevur longu sett upp eitt slíkt hegn í niðaru síðu av garðinum, meðan ein í ovaru síðuni fyribils hevur sett upp eitt minni hegn.
Tá málið um stuðulsmúrin var fyri á fundinum í bygdarráðnum lá eisini í tí, at ein ætlar at seta upp tað sama sterka hegnið kring um allan barnagarðin.
Bygdarráðið samtykti einmælt at játta 300.000 kr. til hetta arbeiðið, sum verður fíggjað við peningi av fýra ymiskum konto?um hjá bygdarráðnum.
-Vit hava verið eitt sindur forðaðir av veðri. Men ætlanin er at byrja sum skjótast við arbeiðinum, soleiðis at tað kann verða liðugt í vár, sigur borgarstjórin, Karl A. Olsen.


Málið rokkið
Tá barnagarðurin Gjáarlon gjørdist veruleiki, kundi ein siga, at eitt av málunum hjá Kvinnulistanum í Vestmanna var rokkið.
Men tey børnini, sum hava tørv á dagrøkt, hava kortini ikki bert henda nýggja barnagarðin at fara í. Ein útibarnagarður er eisini í Vestmanna.
Hesin kallast Látipípan, og kann hýsa børnum úr 5 árum upp í 7 ár, og í frítíðaransingini frá 1. til 3. flokk.
Á bygdarráðsfundinum í farnu viku varð eisini eitt mál fyri henda barnagarðin til umrøðu. Tað var ein umsókn frá leiðaranum, Maluni Stórá um loyvi at seta eitt starvsfólk aftrat.
Hetta málið var fyrst til viðgerð í fíggjarnevndini, sum í fyrstu syftu mælti til at játta eitt starvsfólk frá 1. mars til 30. juni. Til stovnurin letur upp eftir summarfrtíðina, fer trivnaðarnevndin at kanna tørvin á plássum í frítíðaransingini.
Hetta tilmælið varð einmælt samtykt.