Trygdin hjá tí einstaka føringinum má setast framum

Harra formaður!

Grundarlagið undir Løgtingsmálinum vit hava til viðgerðar í dag er avgerðin hjá sitandi samgongu um, at: Føroyar skulu gerast politiskt og búskaparliga sjálvstøðugar og skulu skipast sum fullveldi - sum tikið verður til í uppskotinum. Ein skipað ætlan er løgd fyri hesum, og ljóðar hon soleiðis (við loyvi formans):


1. ein millumlandasáttmáli verður gjørdur, sum ásetir, at framtíðarsamstarvið millum Føroyar og Danmark verður skipað millum tvey sjálvstøðug og javnsett lond. Í hesum sambandi verður eisini gjørd ein búskaparlig og fíggjarlig uppgerð og ein avtala um eina búskaparliga skiftisskipan. Sáttmálin verður lagdur fyri Løgtingið, og tá Løgtingið hevur samtykt hann, verður hann lagdur til fólkaatkvøðu til góðkenningar.


2. ein grundlóg skal gerast fyri Føroyar. Uppskot verður lagt fyri Løgtingið um at seta grundlógarnevnd. Tá nevndin er liðug, verður uppskot um grundlóg lagt fyri Løgtingið og síðani til fólkaatkvøðu.


Haldgóð tøl mugu fáast til vega

Í kjakinum áðrenn løgtingsvalið førdi m.a. Miðflokkurin fram, at minsta kravið til teirra, ið so heitir tosaðu um sjálvstøðugar Føroyar, loysing v.m. varð, at hesir løgdu á borðið tøl og útrokningar, sum greitt vístu Føroya fólki hvussu ein fíggjarlóg hjá einum sjálvstøðugum føroyskum stati kom at síggja út. Víst varð á, at hetta fór at krevja nágreiniligar kanningar, at pástandir um at danir høvdu nærum skyldu til at fíggja loysingina neyvan hildu, at neyðugt varð at gera eina skiftisskipan við danir, og at greiði tí mátti fáast á hugsan dana um hesi viðurskifti. Men minsta kravið til loysingarmenninar var, at hesir vístu okkum alternativar fíggjarætlanir.


Eingin føroyingur má otast út av rókini

Longu á fundi sum Suðurstreymoyar tjóðveldisfelag skipaði fyri í fjør heyst, minnist meg rætt, gjørdi eg støðu Miðfloksins greiða, at vit á ongan hátt fara at verða við til at broyta ríkisrættarligu støðuna á ein hátt, sum fer at kosta vanliga føroyinginum ta vælferð, sum vit hóast alt hava í dag - sammett við flestar aðrar tjóðir. Hetta førdu vit fram í valkjakinum, og hetta er óbroytta støða okkara, og er grundarlagið undir støðutakan floksins til uppskot landsstýrisins, sum vit viðgera í dag.

Miðflokkurin tekur undir við at allar neyðugar kanningar verða gjørdar, fyri at forða fyri broytingum, hvørs fylgir vit ikki frammanundan kenna út í æsir. Bert á hendan hátt kunnu vit tryggja hinum einstaka føroyinginum - og fyrst av øllum teim veiku okkara millum - eina trygga tilveru, uttan at tey koma í vanda fyri at verða skumpaði út av rókini, tá úrslitið eftir eina evt. loysing verður gjørt upp.


Kanningar ja - samráðingar um fullveldi nei

Meira og meira, sum eg havi lisið gjøgnum dagsins uppskot, er vorðið mær greitt, at hetta kundi verið hepnari - ella skulu vit siga minni víðgongt - orðað. Hóast tosað hevur verið og verður um, at nú skulu allar neyðugar kanningar gerast, m.a. búskaparligar og fíggjarligar framrokningar, so er meginparturin av viðmerkingunum ein gjøgnumgongd av og agitatión fyri Føroyum sum fullveldi. Uttan mun til hvørja støðu ein hevur til hetta seinna, so halda vit í Miðflokkinum hetta verða at loypa grundarlagið um og byrja at byggja, áðrenn grundøkið er kannað og áðrenn grundarstøðið er lagt.


Ráð Miðfloksins til Høgna Hoydal

Partur av viðmerkingunum til uppskot landsstýrisins, tann parturin mær dámar væl, er fylgjandi, sum eg við formansins loyvi fari eg endurgeva:

tað er greitt, at búskaparligu og fíggjarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark hava alstóran týdning fyri nýggja samstarvssáttmálan

tí má týdningurin av ríkisstuðlinum í føroyska búskapin greinast gjølla. Metast skal um, hvørjar avleiðingar ein minkandi heildarveiting fær fyri landsbúskapin og landskassainntøkurnar, og hvat krevst í føroyska framleiðslu- og inntøkugrundarlagnum, um Føroyar skulu gerast sjálvbjargnar og veita sínum borgarum tær tænastur, sum eitt nútímans vælferðarsamfelag hevur

afturat árliga ríkisstuðlinum verða útreiðslur hjá ríkiskassanum ti stovnar í Føroyum og til núverandi felagsmál. Hetta skal greinast í hvørjum einstøkum føri, og ætlanir skulu gerast fyri, hvussu føroyskar skipanir kunnu byggjast upp og fíggjast á ymsu økjunum

umframt at vera grundarlag undir samráðinguð donsku stjórnina, gerst hetta tilfar støði undir politiska kjakinum í Føroyum um, hvussu samfelagið skal skipast frameftir.

Eg vildi ynskt, Høgni Hoydal, at hetta brotið var høvuðsboðskapurin í viðmerkingum landsstýrisins til uppskotið vit viðgera í dag, og at uppskotið var orðað samsvarandi hesum viðmerkingunum. Hetta, at altavgerandi, áðrenn vit kunnu fara og samráðast við danir um nakra broyting í ríkisrættarligu støðuni, ella fara út til føroya fólk til evt. fólkaatkvøðu, at altavgerandi er, at øll viðurskifti verða kannaði út í æsir, og at vit, tá av tornar, neyvt kunna siga føroya fólki hvussu livilíkindi teirra á oyggjunum framyvir verða - við hjálp Guds okkara.

Tá allir teir upplýsingar, sum vit tørva í dag fyriliggja, fyrsta tá kenna vit grundarlagið fyri samráðingunum við danir, samráðingar sum síðani fara at liggja sum grundarlag undir tí fólkaatkvøðu, sum gevur einstaka føroyska borgaranum síðsa orðið í hesi fyri tann einstaka so týdningarmiklu søk.


Men broytingar eru alneyðugar

Við teimum nevndu fyrivarnum fari eg síðani at sláa fast, at vit í Miðflokkinum so avgjørt síggja, at neyðugt er við broytingum í ríkisrættarligu støðu okkara - lat ongan iva vera um tað.

Seinastu árini hava til fulnar víst okkum, vhussu vandamikil ein samanseting av ógreiðum ábyrgdarviðurskiftum millum føroyskar og danskar myndugleikar og vánaliga føroyska politiska leiðslu kann verða. Áðrenn tey mongu varnaðust stórt, hevði m.a. hendan óhepna samansetingin ført til fíggjarligt kaos, sum m.a. hevði tað úrslit, at 4-5 túsund føroyingar máttu flýggja av landinum, aðrir 4-5 túsund mistu arbeiði sítt, onnur mistu hús og heim, virki fóru av knóranum og eitt heilt samfelag endaði á húsagangi.

Tí fari eg partvíst at geva landsstýrismanninum rætt, tá hann førir fram, at ein greið ríkisrættarlig støða er grundarlagið fyri a tleggja karmar um framtíðarmennningina av føroyska samfelagnum. Eg gevi honum bert partvíst rætt, tí sum flestu vita, so meta vit í Miðflokkinum, at grundarlagið fyri trygd, trivnaði, livilíkindum o.s.fr. á oygjum okkara fyrst og fremst er treytað av tí samfelag, vit sum einstaklingatjóð hava við Skaparan og Gud okkara, hann, sum øllum valdar. Halla vit okkum ikki fyrst av øllum til hansara og líta á hjálp og verju hansara, so kann vera líkamikið hvat ríkið ella hvønn felagsskap vit halda okkum at ella ikki.


ES - ein onnur orsøk til neyðugar broytingar

Meðan Danmørk verður knýtt alsamt tættari at ES, so eru vit føroyingar, hóast partur av ríkisfelagsskapinum við Danmark, uttanfyri ES felagsskapin. Heldur enn at geva okkum fyrimunir, tykist hendan støðan heilt greitt at volda okkum stórar trupulleikar, og hjá Miðflokkinum er eingin ivi um, at tær super ódemokratisku kreftirnar í ES hava fyri langari tíð síðani evna til tær snarur, sum ætlaðar eru at noyða og lokka góðtrúnar føroyskar politikkarar inn í felagsskapin.

Í hesum sambandi er núverandi ógreiða støða okkara, bæði til ES og ríkisfelagsskapin, ein stórur meinbogi, sum má beinast burtur.


Nøkur fá orð um blokkin - til umhugsunnar

At blokkurin hevur alstóran týdning í búskapi okkara kann eingin ivi vera um. Tó hava vit Miðflokkinum so mangan ført fram, at blokkurin áleina sigur ikki allan sannleikan um fíggjarligu viðurskiftini Danmarkar og Føroyar ímillum. Vit hava eisini yvirfyri donskum politikkarum (m.a. Poul Nyrup Rasmussen) ført fram, at verður gjørt upp í samlaðu fíggjarviðurskiftunum landanna millum, so man stórur spurning verða, hvør hevur fyrimun av hvørjum.

Annars kann til umhugsunnar verða nevnd fíggjarliga støða Ísraels til USA. Har vita vit, at USA hvørt ár veitir felaga sínum Ísrael stóran peningaligan stuðul. Men av sínum eintingum løgdu ísraelskir politikkarar fyri fleiri árum síðani ætlan um eina stigvísa minkan av hesum stuðli, og mangir vilja í dag vera við, at júst hendan minking (ikki ein knapplig, men varðislig ár um ár) hevur ført við sær ein eldhug millum íbúgvar landsins eftir at vísa, at teir eru førir fyri at vera hendan stuðul fyri uttan, og megna at standa á egnum beinum.

Onki er, sum eigur at geva okkum orsøk til at halda at úrslitið vildi verið øðrvísi her heima hjá okkum í Føroyum.


Óhugsandi er, at samgongan torir at halda andstøðuna uttanfyri viðgerðina

Ført hevur verið fram, eisini undir viðgerðini í dag, at ongar ætlanir eru at taka andstøðuna við í fyrireikandi arbeiðinum. Okur hava áður víst á, at tað vildi verið beinleiðis skilalayest, tí skulu broytingar t, so verður óivað tørvur á bæði tingfólki og atkvøðunum hjá andstøðuflokkum.

Fyrr í dag hevur verið víst á, at uppskotið óivað fer til viðgerðar í Uttanlandanevndini. Hartil kemur jú eisini, at Landsstýrið, sum t.d. í samráðingunum um marknaðarmálið við bretar, støðugt fer at hava samband við uttanlandanevndina - ongin orsøk er til at halda, at øðrvísi fer at vera í hesum týdningarmikla máli.


Byrjað eigur at vera frá grundini

Samanumtikið má sigast, at altavgerandi er, at føroya fólk standa samd í teim broytingum, sum framdar verða, og hetta tykjast eisini flestu politikkarar at hava sæð. Sum áður víst á, so meta vit, at einasta gongda leiðin fyri at na slíka semju er, at fólk eknna seg trygg, men tað eru vit sum nevnt ikki við uppskot landsstýrisins, sum tað sær út við 1. viðgerðina í dag.

Vónandi verður tó møguligt, undir nevndarviðgerðini, at gera broytingar, so flestu flokkar kunna taka undir við uppskotinum.

Eg hefti meg við, at Hergeir Nielsen, í einari viðmerking fyrr í dag, legði dent á, at øll kanningarúrslit skuldu fyriliggja, áðrenn nøkur avgerð verður tikin. Ynski og hugsan Miðfloksins er, at øll kanningarúrslit eiga at fyriliggja áðrenn nakrar samráðingar byrja.

Miðflokkurin er umboðaður í Uttanlandanevndini, sum væntandi fær uppskotið til viðgerðar, og fari eg við opnum sinni, og ikki sørt bivan, undir viðgerðina av hesum, fyri hvønn einstakan føring, so týdningarmikla máli. Høvuðsmál okra má vera at evna til eitt broytingaruppskot, sum brýtur slóð fyri broytingum, sum gera Føroyar til eitt betri samfelag at búleikast í fyri okkum og eftirkomarar okkara.


Jenis av Rana