Fótbóltur
Jákup Mørk
Kaunas, Litava: Seinastu landsliðsferðirnar hevur tað verið alt meira vanligt, at landsliðshópurin hevur bíðað á ymsum flogvøllum kring Europa. Í gjár var talan um eina av teimum heilt lagaligu ferðunum, har bíðitíðin í Kastrup bert var tríggjar tímar, meðan tað eitt nú tók mest sum heilt samdøgur, tá føroyska landsliðið í seinasta mánaði ferðaðist úr Serbia til Føroya.
Millum annað á hesum síðum hevur verið funnist at ferðingini, sum neyvan er mest optimala fyrireikingin til krevjandi landsliðsuppgávur. Og í gjár spurdu vit aðalskrivaran í FSF, Ísak Mikladal, hví ferðingin í dag er somikið meira tíðarkrevjandi, enn hon áður hevur verið.
- Trupulleikin er, at vit mugu vera púrasta vísir í, at ferðaætlanin heldur. Tekur tú ferðina úr Serbia, so var møguleiki fyri at stytta bíðitíðini í bæði Frankfurt og Kastrup. Men tey, sum fyriskipaðu ferðina fyri okkum, vildu ikki gera hetta, tí tey vildu vera púrasta vís í, at ferðaætlanin helt.
- Er talan um vanlig ferðafólk, so nýtist tað ikki at vera nøkur vanlukka, um onkur seinking ger, at tú ikki sleppur víðari alt fyri eitt. Her hava vit ein hóp upp á kanska 30-35 mans, og tá verður tað ein trupulleiki, um ein seinking ger, at vit ikki náa næsta flogfarið. Bæði tí tað er sera dýrt, um allur hópurin skal umbókast. Men eisini tí tað als ikki er víst, at hetta letur seg gera. Og tað vildi verið ein sonn vanlukka, um allur hópurin sat strandaður á einum flogvølli onkra staðni í Europa. Tí velja vit at leggja væl uppfyri, og so verður talan um bíðitíð, um ferðaætlanin annars gongur eftir vild. Í dag er heldur ikki eins ómaksleyst at skifta flogfar, og tí ber slettis ikki til at leggja eina ferðaætlan, har vit kanska bara hava ein tíma millum flogførini. Har verður kravt, at minst tríggir tímar eru at leypa uppá, sigur Ísak Mikladal.
Fyrr hevur tað ofta verið so, at leiguferðir eru gjørdar, soleiðis at flogið verður beinleiðis til staðið, har spælast skal. Hví verður hetta ikki gjørt meira.
- Tá tosa vit um heilt aðrar prísir, og eitt nú prátaði eg í dag við ein úr litaviska fótbóltssambandinum, og hjá teimum er ein slík loysn vorðin púrasta ógjørligt. Eg kannaði til dømis prísin, tá vit skuldu til Portugal, men tá tosaðu vit um einar 700.000 kr., sum eru kanska tvær-tríggjar ferðir so nógv, sum prísurin vildi verið fyri fáum árum síðani, so vit tosa um heilt aðrar prísir innan ferðing í dag. Vistu vit, at vit kundu fylt eitt flogfar við áskoðarum, so kundi tað loyst seg, men í løtuni tykist tað ikki bera til. Og tí hava vit valt hesa losynina, sigur Ísak Mikladal.