Trygdin á summum sambýlum til eldri, er ikki nøktandi.
Tað sigur Brunaumsjón landsins.
Jákup Midjord á Brunaumsjónini, sigur, at tað eru nógv ymisk viðurskifti, sum gera seg galdandi.
Tað kann vera, at rýmingarleiðirnar eru ikki nóg góðir, at trappur, hurðar og útgerð at sløkkja eld við, er ikki nøktandi.
Hann vil kortini als ikki fara so langt sum at kalla hesi sambýli fyri deyðsfellur.
- Men har eru kortini viðurskifti, sum mugu fáast í rættlag, sigur hann.
Fyribils hevur Brunaumsjónin sýna eitt sambýli. Tað er sambýlið í Hvalba, sum er sýnað eftir umbøn frá kommununi.
Úrslitið av tí er, at Brunaumsjónin hevur sent kommununi ein lista við krøvum um viðurskifti, sum skulu fáast í rættlag.
Jákup Midjord sigur, at orkan á brunaumsjónini er avmarkað, so hann dugir ikki at siga um Brunaumsjónin fer at gera meiri burturúr at sýna sambýli til eldri, ella nær tað kann gerast.
Uppgávurnar verða raðfestar soleiðis sum arbeiðsorkan er til tað, sigur hann.
Kortini hevur hann varhugan av, at onnur sambýli hava somu trupulleikar, sum tað í Hvalba.
Munandi strangari krøv
Hevur eitt sambýli ikki fleiri búfólk enn 10, eru brunakrøvini ikki øðrvísi enn til eini vanlig sethús, sigur maðurin á Brunaumsjónini.
- Tá ið vit tosa um sambýli, ganga vit út frá, at talan er um búfólk, sum at kalla klára seg sjálvi.
- Men hinvegin er veruleikin tann, at trot á røktarheimsplássum hevur havt til avleiðing, at tey ymsu sambýlini í stóran mun verða brúkt sum røktarheim, har fólk ikki klára seg sjálvi, men í meiri ella minni mun eru óhjálpin og sita í koyristóli ella liggja í seingini burturav ella partvís.
Jákup Midjord sigur, at í slíkum førum eru heilt onnur og strangari brunakrøv galdandi.
- Tá eru somu brunakrøv sum til røktarheim og til sjúkrahús, sigur hann.
Hann sigur, at trupulleikin er, at viðhvørt verður endamálið við slíkum húsum broytt, sum tíðin líður. Upprunaliga varð talan um eitt vanligt sambýli í Hvalba, har búfólkið kláraði seg at kalla sjálvi og tí vóru brunakrøvini hareftir.
- Men í dag er talan í stóran mun um eitt røktarheim, har búfólkini ikki klára seg sjálvi og tí er talan eisini um heilt onnur og strangari brunakrøv.
Og hann hevur varhugan av, at hvalbingar eru ikki einsamallir um hendan trupulleikan.
Stutt skotbrá
Hann leggur afturat, at trupulleikin er serliga stórur, at vanlig sethús eru keypt til ymisk endamál av slíkum slagi, tí har kann mangan vera torført at fáa brunaviðurskiftini í rættlag.
Og brunaumsjónin liggur ikki á boðunum, tí Hvalbiar kommuna hevur ikki fingið meiri enn ein mánað ella so, at fáa viðurskiftini í rættlag.
- Men vit liggur ikki fyri hjá kommununi fyri at ganga undir treytirnar til ásettu tíðina og kann hon grundgeva fyri, hví so er, eru vit eisini altíð at tosa við um nýggjar tíðarfreistir.
- Tað, vit leggja stóran dent á, er, at gongd er í málinum, tí so kunnu vit altíð tosa um tíðarfreistir, leggur Jákup Midjord afturat.
- Tað er ikki nøktandi, at onki verður gjørt.
Men hann leggur eisini dent á, at Brunaumsjónin er eisini sinna at raðfesta, so at tað rýmingarleiðir og ymiskt annað, sum er mest neyðugt, verður gjørt fyrst og so kann ymiskt annað bíða til aftaná.