Klæmint Weihe, stjóri
SEV hevur alla tíðina trygdina fremst í huganum. Tí er tað at rongja sannleikan, tá fyrrverandi umboðsnevndarformaðurin í SEV, Hans Tausen Olsen, í samrøðu við Sosialin roynir at billa fólki inn, at trygdin í SEV er ein tikkandi bumba. Hans Tausen Olsen vindur trygdarspurningin upp í ein ellubita, og tí skal her verða greitt frá ymsu trygdarøkjunum í SEV.
Eg vísi staðiliga aftur, at trygdin í SEV er ein tikkandi bumba. Tað hevur altíð verið gjørt nógv burturúr, at ásetingar í lóggávuni verða fylgdar. Hans Tausen Olsen vanvirðir og eyðmýkir í samrøðuni tey mongu dugnaligu starvsfólkini, sum enn eru í SEV, eins og hann við sínum orðalagi eisini fer illa við ráðgevum okkara.
Eg kenni einki til, at fyrrverandi umboðsnevndarformaður hevur gjørt vart við vansar og manglar í trygdarskipanini í SEV, hvørki fyri mær persónliga, á stýrisfundum ella á umboðsnevndarfundum. Hvønn serkunnleika sipað verður til, er mær eisini ókunnugt.
Trygd hvat meinar hann við?
Í samrøðuni verður spurningurin um trygd fløktur soleiðis saman, at tað besta eg kann gera, er at greina spurningin eitt sindur nærri.
Trygd hvat er trygd í SEV-høpi?
Tá tosað verður um trygd, má hetta definerast nærri á ymsu trygdarumráðunum.
Brunatrygd
Er tað Brunatrygdin tosað verður um, eru anleggini hjá SEV projektera soleiðis, at ásetingarnar í Brunalógini verða fylgar. Føroyskir og danskir serfrøðingar hava eftirkannað skipaninar, og Sundsverkið er ikki eitt undantak í so máta. Seinastu árini er bøtt munandi um brunatrygdina á Sundi v.m., tá tveir stórir transformarar vóru fluttir úr maskinhøllini.
Arbeiðaravernd
Er tað trygdin hjá starvsfólkunum, tað snýr seg um, er m.a. talan um arbeiðaraverndarlógina.
Tær ásettu skipaninar í lógini við trygdarnevnd, trygdarbólkum og trygdarumboðum vóru settar í verk fyri mongum árum síðani og hava virkað væl. Vit eru spardir fyri stórvegis skaðar, tí trygdin áhaldandi er í hásæti.
Sterkstreymslógin
Tá tað snýr seg um elveitingarøkið, er tað sjálvsagt sterkstreymslógin, sum hevur stóran týdning. Danska sterkstreymsreglugerðin, sum eisini er galdandi í Føroyum, hevur neyvar ásetingar um trygdina. SEV fylgir hesum ásetingum, og broytingar í reglugerðini koma í gildi í Føroyum samstundis sum í Danmark.
Fyri at økja trygdina á hesum øki hevur Sikkerhedsstyrelsen sett í gildi eina SKS skipan við gildi frá 1. okt. 2005, og sum skal verða sett í verk í seinasta lagi 1. okt. 2006. Dansk Energi ger eina telduskipan til endamálið, sum Sikkerhedsstyrelsen kann góðtaka, og sum elfeløgini síðani kunnu nýta - eisini SEV.
Hetta er sama skipan, sum fyri fleiri árum síðani var sett í gildi fyri góðkendar elinnleggjarar. Endamálið er at seta trygdina í hásæti við at skráseta alt, sum verður gjørt. Ein onnur ISO 9000 skipan og sostatt eitt amboð, sum rakstrarleiðarin skal nýta í sínum dagliga arbeiði.
Eyka máttur
Trygdin í skipanini er eisini tongd at tí eyka motororku, sum er tøk, tá okkurt bilar. Avbyrgdir í Atlantshavi má hesin eykamáttur verða á hóskandi støði. Sum er, er eykamátturin á elverkunum tvær ferðir hámarkslastina. Á kaðal- og linjuøkinum, er so væl útbygt nú, at flestu brúkarar hava meir enn ein streymveitingarmøguleika.
Veitingarskyldan
SEV er sum kunnugt einasti elveitari í Føroyum. Tað merkir, at SEV hevur veitingarskyldu í øllum landinum. Soleiðis hevur tað verið, og er tað enn. Ein umsókn um streymveiting verður svarað, soleiðis at umsøkjarin fær ávíst eitt íbindingarstað. Treytirnar fyri íbinding kunnu vera ymiskar, alt eftir hvar íbinding ynskist.
Hendingin ólavsøkumorgun
Eg havi fleiri ferðir kunna um, hvat hendi við streymveitingini Ólavsøkumorgum.
Tá eg havi nevnt, at ávísar mannagongdir og ávísar neyðstreymsskipanir skulu eftirkannast og møguliga broytast, var tað serliga við atliti at kunna seta turbinur og motarar í gongd, tá netið annars var spenningsleyst