Trygdin var ikki í lagi

- Eg hopi ikki, at skipið loysir aftur, fyrr enn neyðugu ábøturnar eru gjørdar, soleiðis at trygdin umborð er í lagi, sigur Ellintur Abrahamsen, skipari á Tjaldrinum

Trygd

 

Ellintur Abrahamsen var skipari umborð á Tjaldrinum á túrinum, tá teir fríggjadagin vórðu boðsendir at koma lemmatrolaranum Grími Kamban til hjálpar.

Trolarin var staddur einar 50 fjórðingar eystur úr Fugloynni, tá teir bóðu um sleip, tí teir høvdu trupulleikar við elektrisitetinum umborð.

Men tá Tjaldrið kom leiðina seinnapartin hendan dagin, sást skjótt, at manningin ikki bert hevði trupulleikar við elektrisitetinum.

Sjógvur var komin inn á verksmiðjuna umborð á Grími Kamban, sum tískil hevði brúk fyri pumpum.

 

Ringum standi

Ellintur Abrahamsen, skipari á Tjaldrinum, er fáorðaður um hendingina og støðuna umborð á lemmatrolaranum hendan dagin.

Tó dylur hann ikki, at støðan hjá teimum seks monnunum umborð gjørdist kritisk, sum hann tekur til, tá leygarkvøldið kom.

- Eg haldi, at tit skulu tosa við skiparan, sum var við Grími Kamban hendan túrin. Hann tóktist stak skilagóður, og eg haldi, at tit eiga at tosa við hann, sigur skiparin á Tjaldrinum.

Men Ellintur leggur tó ikki fingrarnar ímillum, tá hann hevur hug at siga sína hjartans meining um, hví støðan gjørdist so kritisk umborð á lemmatrolaranum.

- Skipið og manning høvdu ikki komið soleiðis fyri hendan túrin, um skipið var í betri standi. Var alt, sum tað átti at verið, hevði hetta ikki hent.

 

Ikki loysa

Hann sigur bart út, at Grímun Kamban ikki eigur at loysa aftur, fyrr enn neyðugu umvælingarnar eru gjørdar.

- Eg hopi virkuliga ikki, at skipið loysir aftur í tí standi, tað er, tí hetta er als ikki forsvarligt, sigur skiparin á Tjaldrinum, Ellintur Abrahamsen.