Ótrygg foreldur vilja hava vissu

Foreldur at børnum, ið hava serligan undirvísingartørv, vilja hava greiði á, hvørji tilboð Sernámsdepilin hevur til teirra børn

Nógvar broytingar eru farnar fram tey seinastu árini á Sernámsdeplinum, tað sum fyrr æt Skúlanum á Trøðni. Hetta hevur ført við sær, at foreldur at børnum við serligum undirvísingartørvi eru vorðin ótrygg, tí tey meta seg vita alt ov lítið og verða ov illa kunnað. MBF, Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, hevur tí tikið stig til at skipa fyri almennum fundi, har endamálið er at lýsa málið frá so nógvum síðum sum til ber.

Tveir høvuðsspurningar skulu lýsast nærri á fundinum. Annar er, hvussu Almanna- og heilsumálastýrið og Undirvísingar- og mentamálastýrið samstarva um tey børn og ung, sum hava serligan tørv og sum bæði stýrini varða av í felag. Hin spurningurin er, hvørji tilboð Sernámsdepilin hevur til børn undir skúlaaldri, børn í skúlaaldri og børn við talu- og hoyritrupulleikum.

Fundurin verður skipaður sum pallborðsfundur, og við pallborðið sita Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, Signar á Brúnni, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, Óluva Vilhelmsen, umboð fyri foreldur, Ása Ellefsen, leiðari av skúlanum á Sernámsdeplinum, og Ina Wessberg, audiologiassistentur. Orðstýrari verður Finnur Helmsdal, løgtingsmaður og sosialráðgevi.