Tað er sera álvarsamt, at farið er so nógv út um játtanina á øllum trimum sjúkrahúsunum í 2007. Neyðugt er at seta tiltøk í verk, fyri at tryggja, at betri tamarhald fæst á støðuni, at stýringin verður so góð og sterk sum gjørligt, og at javnvág fæst millum játtan og rakstur.
Tiltøkini skulu vera bæði bráðfeingis og longri miðandi, so vit tryggja framhaldandi grundarlagið undir einum góðum sjúkrahúsverki - sjálvum hornasteininum undir øllum okkara heilsuverkið.
Samstundis sum leiðslurnar skulu veita vissu fyri álítandi fíggjar- og virksemisstýring, skal politiski myndugleikin tryggja, at haldgott fíggjarligt grundarlag verður lagt fyri rakstrinum.
Samanfatandi
Samanfatandi er neyðugt, at skipa stýringina betur enn higartil, og at sjúkrahúsverkið sum heild verið rikið so effektivt og rationelt sum til ber, soleiðis at sum mest fæst fyri pengarnar.
Fortreytirnar fyri at hetta kann lata seg gera, eru m.a.
at alt sjúkrahúsverkið verður skipað sum ein eind við eini stýrandi leiðslu,
at stýringsamboð verða innførd, sum bæði skapa møguleikar og insitament til rationella fyriskipan, bæði viðv. fíggjar- og virksemisstýringini, og
at sjúkrahúsverkið hevur eina nøktandi játtan, tvs. at tað er samsvar millum játtan og kostnaðin av teim tænastum, ið verða kravdar av starvsfólkum og leiðslu á sjúkrahúsunum.
Meirnýtslan í 2007
Tey 3 sjúkrahúsini høvdu eina meirnýtslu í 2007 uppá tilsamans 26 mió. kr. Lutfalsliga var meirnýtslan tann sama á øllum 3 sjúkrahúsunum. Og orsøkirnar vóru eisini nøkulunda tær somu. Tí kunnu vit lýsa meirnýtsluna við Landssjúkrahúsinum sum dømi.
Av teim 20 mió. kr. í meirnýtslu á Landssjúkrahúsinum var býtið soleiðis:
Lønir: 8,5 mió.kr. Meginparturin skyldast, at sjúkrahúsið fekk eina lægri lønarjáttan enn veruligu lønarhækkingarnar vóru sambært sáttmálunum. Orsøkin til hetta er, at allir stovnar undir landinum fingu játtað sama %-vøkstur til lønir í 2007 (1,7%), hóast sjúkrahúsini - við vaktum alt samdøgrið, hvønn dag í árinum - hava havt nógv dýrari sáttmálahækkingar (3,9%), serliga til teir lønartungu starvsfólkabólkarnar, læknar og sjúkrarøktarfrøðingar.
Haraftrat hava verið størri eykaútreiðslur av øktari sjúkufráveru – óivað eisini nógv ávirkað av áhaldandi áganginum og negativu umrøðuni av sjúkrahúsinum, ið er dagligt arbeiðspláss fyri útvið 800 fólkum.
Avloysarar: 4,2 mió.kr. Sera torført hevur verið at manna serlig førleikakrevjandi størv innan sjúkrarøktina. Tað hevur elvt til stórar meirútreiðslur til vikarar á intensivu deild og sonevnda neonatala økinum (t.e. ov tíðliga fødd børn).
Heilivágur: 4,0 mió.kr. Serliga til krabbameinsviðgerð, nýra- og giktasjúkur og sclerose er heilivágurin dýrkaður sera nógv , m.a. tí talan er um nýggjan og meira effektivan heilivág.
Orka, kostur o.a.: 3,3 mió.kr. Øllum kunnugt eru hesar vørur dýrkaðar nógv seinasta árið, munandi meir enn væntað og tað sæst eisini aftur í útreiðslunum sum ein meirnýtsla.
Avleiðingarnir mugu ikki verða ein niðurlaging av sjúkrahúsverkinum
Ein meirnýtsla er álvarslig og eigur sum so ikki at góðtakast. Í hesum førinum eiga vit tó at hugsa okkum væl um, hvat vit skulu gera við trupulleikan.
Øðrumegin ber jú ikki til at siga: okey, hatta er altso bara tað sum tað kostar, og so koyra vit bara víðari út frá tí, við teim hækkingum omaná, sum fara at koma... Tí so hevði jú ikki verið nøkur meining í at lagt fíggjarætlanir eftir eini tillutaðari játtan, ella yvirhøvur at havt eina leiðslu. So kunnu øll jú bara gera sum best ber til, tvs. anarki. Tí má ikki setast spurnartekin við, at stovnarnir skulu gera alt tað teir kunnu, fyri at halda seg til játtanina og í mest møguligan mun sleppa undan meirnýtslu.
Hinvegin mugu vit seta spurningin, hvat avleiðingarnar kunnu verða, um politiski myndugleikin ikki vil viðurkenna veruliga kostnaðarstøðið í sjúkrahúsverkinum, tá ið hetta ár eftir ár vísir seg at liggja hægri enn játtanin, sum politiski myndugleikin ásetir.
Skal raksturin - tvs. virksemið og tænastustøðið - á sjúkrahúsunum skerjast til eina játtan, sum ár eftir ár vísir seg at vera ov lítil, so kemur hetta at merkja eini stigvísa niðurlaging av føroyska sjúkrahúsverkinum:
- Tað støðuga menningararbeiðið sum alla tíðina skal vera, fyri dygd í arbeiðinum og trivnaði á arbeiðsplássinum, støðgar upp,
- tað verða versnandi møguleikar at loysa innanhýsis trupulleikar á sjúkrahúsunum, sum tvørturímóti fara at økjast og lemja dagliga virksemið,
- ónøgd frá borgarunum, sum vit annars hava sæð nógv til seinasta árið, fer at gera seg meira og meira galdandi,
- og í hesi óndu ringrás fara royndirnar at tiltrekkja góð starvsfólk við neyðugum førleikum og serfrøði at miseydnast.
Sjúkrahúsverkið fyri stórum avbjóðingum
Tað er ikki bara í Føroyum at tað er stórt og vaksandi trýst á útreiðslurnar til heilsuverkið. Hetta er veruleikin í øllum OECD-londunum, at sjúkrahúsútreiðslurnar veksa munandi meir enn almennu útreiðslurnar í miðal, og enntá meir enn miðal búskaparvøksturin. Tí standa vit fyri stórum avbjóðingum á hesum øki, um hvussu vit framhaldandi kunnu tryggja fíggjarliga grundarlagið undir einum góðum heilsuverki, sum í dygd er á sama støði sum í okkara grannalondum.
Tað er ongin einføld loysn, sum bara at siga, at vit góðtaka ikki meirútreiðslur, og so trongja karmin uttan atlit fyri veruliga kostnaðinum. Tann stóra avbjóðingin er, hvussu vit kunnu klára at hava tamarhald á útreiðslunum OG samstundis tryggja góðsku og menning í sjúkrahúsverkinum.
Hetta gerst bert í einum neyvum samstarvi millum sjúkrahúsverkið og politisku skipanina – landsstýrið og løgting – um hvørjar tænastur og hvørji tilboð sjúkrahúsverkið skal bjóða – og at hetta kann rúmast innan fyri ta játtan, sum verður ásett.
Tað eru júst hesi viðurskiftini, sum álitið um ”Framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum” snýr seg um. Tað var til aðalorðaskiftis í løgtinginum í fjør vár. Í álitinum verður nærri lýst, hvørjar avbjóðingarnar eru, og hvørji ráð og tiltøk eiga at setast í verk.
Tiltøk fyri at fáa javnvág og betri rakstur
Tað ber ikki til bara at lata standa til við teirri skeivu gongd, sum ár eftir ár hevur verið millum játtanina og útreiðslurnar av sjúkrahúsverkinum. Neyðugt er við tiltøkum, bæði bráðfeingis og við strukturellum broytingum, so vit kunnu fáa betri tamarhald á útreiðslunum og neyðuga javnvág við tillutaðu játtanina. Her vil eg bert nevna nøkur av týdningarmiklastu tiltøkunum:
Óheft kanning av rakstrinum:
Almanna- og heilsumálaráðið er komið ásamt við Fíggjarmálaráðið um beinanvegin at seta eina djúptøkna kanning av rakstrinum av sjúkrahúsunum í verk. Fíggjarmálaráðið skal standa fyri kanningini, sum ein skjóttarbeiðandi bólkur við óheftari útlendskari serfrøði skal gera og koma við síni niðurstøðu longu um einar 3-4 mánaðir. Endamálið við kanningini er:
- at lýsa møguligar skeivleikar og forðingar fyri rationellum rakstri av sjúkrahúsunum,
- vísa á neyðugar broytingar í fyriskipan og rakstri, og
- at leggja grundarlagið fyri eini samanberandi virksemismáting (bench-marking) av føroysku sjúkrahúsunum í mun til onnur líknandi sjúkrahús í útlondum.
Er ein niðurstøða av kanningini, at játtanin til sjúkrahúsini – eisini játtanin sum fíggjarlógaruppskotið fyri 2008 fer at áseta - ikki er í samsvar við ella er ov lítil til tað neyðuga virksemið, ið verður kravt av sjúkrahúsunum, so skal tað verða tikið til eftirtektar, og landsstýrið skal taka stig til at fáa játtanina broytta samsvarandi.
Alt heilsuverkið skal skipast undir einari leiðslu:
Føroyska heilsuverkið skal virka og skipast sum ein eind – sjúkrahúsini, serviðgerð uttanlands, kommunulæknaskipanin og barnatænastan skal skipast undir einum stýri. Hetta merkir m.a., at tað verður ein leiðsla omanfyri øll trý sjúkrahúsini, sum skal hava møguleika og heimild til at leggja virksemið til rættis upp á tvørs av øllum trimum sjúkrahúsunum – bæði hvat viðvíkur uppgávum, tey einstøku sjúkrahúsini skulu loysa, og hvussu samlaða tilfeingið, bæði fíggjarliga, starvsfólkaliga, tøkniliga og viðv. bygningum, verður gagnnýtt á besta hátt. Endamálið er at fáa sum mest og best burtur úr hvørjari krónu, ið verður játtað.
Felagsheitið skal stutt og greitt verða Heilsuverkið, stjórnað av einum heilsuverkstjóra. Í fíggjarlógaruppskotinum verður peningur settur av. So skjótt fíggjarliga heimildin er fingin, verður starvið lýst leyst. Fyrsta uppgávan verður sjálvsagt at uppbyggja nýggju fyriskipanina av Heilsuverkinum. Síðan at taka stig til ein meira samskipaðan og harvið meira rationellan rakstur av sjúkrahúsverkinum. Ein onnur av uppgávunum verður at gera eina meting av verandi leiðslubygnaði á teim 3 sjúkrahúsunum, við tí sonevndu 3-streingjaðu leiðsluni, og taka møgulig stig til at endurskoða henda bygnaðarháttin.
Mál- og avriksstýring:
Á øllum trimum sjúkrahúsunum skal farast undir mál- og avrikstýring, byrjandi við Landssjúkrahúsinum longu frá komandi ári. Endamálið við hesum er at fáa ein greiðari dialog millum sjúkrahúsleiðslu og politisku skipanina, um tey mál, ið skulu setast fyri sjúkrahúsunum, um ætlaða virksemið og um fíggjarligu fortreytirnar fyri hesum. Hetta skal setast upp í ein mál- og avrikssáttmála sum grundarlag fyri eini virkisætlan um at fremja tey settu málini, í mun til sjúklingin, starvsfólkini og gagnnýtsluna av fíggjarliga tilfeinginum.
Nýggj fíggjarstýringsskipan fyri sjúkrahúsverkið:
Sum liður í mál- og avrikstýringini skal farast skal undir at seta nýggjar fíggjarstýringsskipanir í verk, sambært álitinum um framtíðar sjúkrahúsverk. Her er serliga talan um eina virksemistreytaða fígging, sum er væl kend frá okkara grannalondum. Í mun til ta núverandi skipanina, har ein fíggjarkarmur verður ásettur uttan beinleiðis krøv um eitt ávíst virksemi, so vil ein virksemistreytað fígging viðføra, at tað verður ein samanhangur millum virksemið og fíggingina, út frá nøkrum fastløgdum takstum. Hetta tekur drúgva tíð at fyrireika og kann neyvan setast í verk fyrr enn um eini 2-3 ár.
Talgilda heilsuskipanin skal fullførast:
Sum neyðugt stýringsamboð má hagtalsgrundarlagið fyri virksemið á sjúkrahúsunum styrkjast munandi. Hetta er ein partur í stóru KT-verkætlanini um sonevndu Talgildu heilsuskipanina, THS. Tí er heilt avgerandi at THS verður framd til fulnar so skjótt sum møguligt. Longu frá komandi ári má tann sjúklinga-fyrisitingarligi parturin verða fult virkin (hetta snýr seg um sambandið við kommunulæknaskipanina, innskriving, sjúklingagongd, bíðilistar vm.). Tí hava vit eisini raðfest hetta økið í komandi fíggjarlógaruppskotinum.
Innanhýsis vikarstovu:
Finnast skal ein loysn á spurninginum um teir sera dýru útlendsku vikararnar á Landssjúkrahúsinum sum skjótast. Hetta kann t.d.verða við at skipað eina innanhýsis vikarstovu á sjúkrahúsinum.
Flyting av fakmørkum:
Bæði fyri at minka um trotið á ávísum starvsfólkum, og fyri at fremja betri gagnnýtslu av starvsfólkatilfeinginum, skulu gerast avtalur um flyting av mørkunum fyri, hvat einstøku fakbólkarnir taka sær av. Her verður serliga hugsað um læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar. Hetta er átroðkandi, og er eisini blivin ein størri møguleiki, nú fyrsta hold av nýggju heilsurøktarunum varð liðugt av Almanna- og heilsuskúlanum í februar. Endamálið er heilt greitt at optimera gagnnýtsluna av tøkum starvsfólkatilfeingi, og at betra um møguleikarnar fyri at rekruttera røttu starvsfólkini til tær røttu uppgávurnar.
Strategisk menningarætlan:
At tað eru nógvar góðar kreftir í sjúkrahúsverkinum, sum gera sítt ýtarsta fyri at sjúkrahúsini skulu kunna veita føroyingum tað best møguligu tænastuna, og eisini fyri at sjúkrahúsini skulu kunna vera góð og vælvirkandi arbeiðspláss, havi eg nógv dømi um á vitjanum á Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahúsið. T.d. var eg boðin til eina framløgu í síðstu viku á Landssjúkrahúsinum. Tað var gleðiligt og vónríkt at vera við til framberingina av hesi menningarætlan, sum leiðsla og starvsfólk á Landssjúkrahúsinum hava arbeitt so væl og longi við, og har tey nú stinga út í kortið strategisk mál fram til 2009 á fimm økjum:
Um dygd í sjúklingagongdini, Um starvsfólkamenning og trivnað, Um kunning og samskifti, Um KT-nýtslu sum heilsufakligt og umsitingarligt amboð, og um At alt tilfeingið skal verða gagnnýtt munagott.
Henda menningarætlanin er fult í tráð við uppskotini í álitinum um Framtíðar sjúkrahúsverk, og eg vóni at tað fer at eydnast teimum væl at gera hesa djørvu ætlan ítøkiliga og fara undir at seta hana í verk.
Henda ætlan er eitt gott dømi um positiva viljan og potentialið í sjúkrahúsverkinum, sum føroyska samfelagið, almenningurin og ikki minst politiska skipanin ikki mugu sláa hondina av, men fegnast um og stuðla uppundir.