Tryggari og breiðari bústaðarmarknaður

Ein breiðari íbúðarmarknaður og munandi størri rættartrygd hjá teimum, sum leiga sær bústað. Hetta verður úrslitið av bústaðarpolitisku tiltøkunum, sum landsstýrismaður Javnaðarfloksins er í gongd við. Millum annað skal hart tiltrongda leigulógin verða liðug í heyst.

John Johannessen,
Løgtingsmaður
www.john.fo

Leigumarknaðurin í dagsins Føroyum er at samanbera við ein frumskóg. Soleiðis lýsti umboðið hjá leigarunum í leigunevndini í høvuðsstaðnum í gjár viðurskiftini hjá teimum, sum eru noydd at leiga sær bústað.

Eri samdur við honum í, at leigumarknaðurin og bústaðarmarknaðurin sum heild eru rættiliga óskipaðir í landi okkara. Óhepna avleiðingin av hesum er, at ógvuliga torført er hjá ungum at fáa føtur undir egið borð. Serstakliga trupul, fyri ikki at siga ómøgulig, eru viðurskiftini hjá ungum barnafamiljum, ið ynskja at seta búgv og byrja eitt lív sum familja í miðstaðarøkinum.

Javnaðarflokkurin ásannar hendan trupulleikan. Tí fingu vit eisini á hesum øki eina avtalu við í samgonguskjalið, um at betra munandi um viðurskiftini. Hetta verður millum annað gjørt við nýggjari leigulóg. Og teir 4 túsund føroyingarnir, ið leiga sær bústað, kunnu nú gleða seg til tryggari viðurskifti.

Góð fyri báðar partar
Nýggja leigulógin verður klár at leggja fyri løgtingið í heyst. Virkisfýsni landsstýrismaður Javnaðarfloksins, Hans Pauli Strøm, hevur nú í eina tíð verið í gongd við umfevnandi arbeiðið at skipa leigumarknaðin. Endamálið er, at bæði leigari og útleigari skulu fáa betri og tryggari viðurskifti.

Fyri leigaran verður høvuðs fyrimunurin, at øll leiguviðurskifti, so sum kostnaður, støði á íbúð, uppsagnarfreistir og annað verða regulerað við lóg. Harvið verður tað ikki longur tilvildin, men lógin, ið avger trætumálini.

Fyri útleigaran verður høvuðs fyrimunurin, at skatturin av leiguinntøkum verður settur niður á sama støði sum partafelagsskatturin. Harvið verður útleigan javnsett við aðrar vinnuvegir. Umframt hetta er tað sjálvsagt eisini ein fyrimunur fyri útleigaran, at kostnaður, støði, uppsagnarfreistir og annað verða regulerað við lóg.

Tryggari og breiðari
Eingin ivi er um, at tað við hesum tiltaki verður tryggari at vera á føroyska leigumarknaðinum. Harumframt fara nýggju fyrimunirnir hjá útleigarunum helst at gera, at fleiri útleigarar fara at bjóða seg fram, soleiðis at íbúðarúrvalið verður størri.

Men hóast hetta ikki hendir, so fara onnur tiltøk at breiðka um føroyska íbúðarmarknaðin. Landsstýrismaðurin er í gongd við at skipa so fyri, at íbúðarfeløg fáa somu fíggjarligu sømdir sum tey, ið byggja privat sethús. Hetta við tí endamáli, at fólk kunnu ogna sær lutaíbúðir fyri ein munandi lægri kostnað enn vanligu eigaraíbúðirnar.

Umframt hetta eigur at verða farið í gongd við at lógarregulera keyp og sølu av fastari ogn, soleiðis at eisini tey, ið skulu keypa bústað fáa skipaði viðurskifti og betri rættartrygd. Í Føroyum hevur hetta leingi verið ein fullkomiliga óskipaður marknaður við lágari rættartrygd. Hetta er tíverri ikki avtalað í núverandi samgonguskjali. Men fyri tað er tað ikki gloymt í ætlanum Javnaðarfloksins.

Javnaðarflokkurin hevur lovað batar á bústaðarøkinum. Hetta lyftið skal haldast. Fremsta uppgávan hjá mær og okkum øðrum er at syrgja fyri, at ongin orsøk er at óttast fyri, at Javnaðarflokkurin gloymir sínar grundleggjandi skyldur. Hesa uppgávuna taka vit í fullum álvara.