Hjá Tryggingarfelagnum Føroyar eru trygging og fígging av bilum tvær síður av somu søk. Avtala er gjørd við bilasølurnar um at avgreiða bæði trygging og fígging av bilum á sama stað.
Bilaseljarin fær upplýsingar um navn og bústað hjá kundanum, sum síðan verða sendir tryggingarfelagnum gjøgnum eina on-line telduskipan. Lánið verður síðan avgreitt innan tveir tímar.
Fíggingin verður veitt sum veð í bilinum, og tí er neyðugt, at bilurin er skrokktryggjaður, eins og veð í bilinum kann bara verða fyri lán hjá Tryggingarfelagnum Føroyum
Talan er um billán við sera lagaligari rentu. Rentan er í løtuni 4,25% p.a. á lánum til nýggjar bilar, og fyri brúktar bilar er rentan 5,75% p.a.
Umframt ta lógarkravdu ábyrgdartryggingina, bjóðar Tryggingarfelagið Føroyar trý ymisk sløg av skrokktryggingum: A, B og C, soleiðis at kundin kann velja júst ta ávísu tryggingina, sum hóskar til hansara tørv.
.