Tá Tryggingarsambandið misti einkarrættin at tekna tryggingarí Føroyum, byrjaði eitt nýtt tíðarskeið í føroyskari tryggingarsøgu. Avleiðingarnar merkjast nú við bíligari tryggingum, men hetta hevur eisini við sær ósemjur millum tryggingarfeløgini um, hvør skal gjalda fyri ávísar skaðar, har ivamál eru.
Nýggja tryggingarfelagið, ið ber navnið Trygd, og Tryggingarfelagið Føroyar stríðast nú um, hvør skal gjalda fyri ein skaða umborð á einum skipi, sum bæði feløgini hava tryggjað í ymiskum tíðarskeiðum.
Talan er um Norðborg, sum fekk motorskaða 13. januar í 2000. Trygd hevði yvirtikið tryggingina frá 1. januar í sama ári, og tí mátti minna felagið í fyrsta umfari gjalda fyri skaðan, sum var 1,5 milliónir krónur.
Talan var sostatt um ein stóran skaða, men Trygd góðtekur ikki, at tað hevur ábyrgdina at gjald fyri henda skaðan.
Skaði áðrenn yvirtøku
Orsøkin til motorskaðan var, at sjógvur var í smyrjioljuni. Sjógvur er komin í motorin, og tað endar við, at Norðborg skal á skipasmiðju í Noregi at umvæla skaðan.
Christian C. Nielsen, stjóri í Trygd, vil vera við, at sjógvur er komin í smyrjioljuna áðrenn 1. januar, tá Trygd yvirtók tryggingina hjá Norðborg frá Tryggingarfelagnum Føroyar. Tí er tað ikki Trygd, ið eigur at gjalda fyri skaðan.
? Skaðin hendi, meðan Tryggingarfelagið Føroyar hevði tryggingina hjá Norðborg, og tí er tað teirra ábyrgd at rinda fyri hann, sigur Christian C. Nielsen
Hann vísir í hesum sambandi á eina kanning, ið varð gjørd av smyrjioljuni í motorinum á Norðborg. Slíkar kanningar verða gjørdar við jøvnum millumbilum. Royndin varð tikin 20. desember, men úrslitið var ikki greitt fyrr enn einaferð í januar mánaði.
Tað vísti seg, at saltinnihaldið í oljuni var alt ov høgt, og tað var tað, ið elvdi til stóra skaðan. Tá motorurin hevur tikið sjógv inn áðrenn 1. januar, sum var dagurin, tá Norðborg skifti felag, so heldur Trygd, at Tryggingarfelagið Føroyar skal gjalda.
Christian C. Nielsen sigur, at tey hava heitt á kappingarneytan á Kongabrúnni um at rinda fyri skaðan. Hetta hevur tó verið sum at sletta vatn á gás, tí teir eru sjálvandi ikki sinnaðir at rinda fyri ein so umfatandi skaða, ið kostaði 1,5 milliónir.
Málið kemur nú fyri í rættinum, sum skal gera av, hvør skal gjalda skaðan. Trygd ella Tryggingarfelagið Føroyar.
Christian C. Nielsen heldur harumframt, at hetta er ein avleiðing av tí kapping, sum er millum tryggingarfeløgini bæði, nú øllum stendur frítt at velja millum tryggingarfeløg. Ósemjur standast millum feløgini, tí tey ikki eru samd um, hvør skal rinda fyri ávísar skaðar, har bæði feløgini hava verið inni í myndini.
Hetta er fyrstu ferð, at tryggingarfeløgini í Føroyum eru í stríði, sum skal avgerast í Føroya Rætti.