Stokkut var gleðin hjá bilánarum, tá tryggingarmonopolið varð tikið av fyri hávlum øðurm ári síðani.
Tá Føroya Banki yvirtók tryggingarfelagið Trygd - og eisini fór at bjóða biltryggingar, vaknaði tryggingarrisin á Kongabrúnni í Havn sum við kaldan dreym. Tá stutt tíð var fráliðin kundi tryggingartakarar sanna. at vit nú høvdu fingið tryggingarfeløg, ið settu tryggingartakaran í hásæti.
Tilboðini gjørdust fleiri og fleiri - og fólk vóru farin at tosa um, at vit í Føroyum hava heimsins bestu biltrygging.
Men so skuldi ikki vera. Fyri vikum síðani boðaði Trygd frá, at teir høvdu brent seg við at bjóða alt ov bíligar tryggingar, og í gjár segði stjórin á Tryggingarfelagum Føroyar við útvarpið, at teir longu tá vistu, at prísirnir, teir bjóðaðu, vóru alt ov lágir.
Men tryggingartakarin óraði einki ilt.
Frá 1. oktober hækkar Tryggingarfelagið Føroyar skrokktryggingarnar við 20% og ábyrgdartryggingarnar við 30%. Hevur tú báðar tryggingarnar, sleppur tú tó við at rinda 20% meira.
Í kappingini við Trygd kom Tryggingarfelagið Føroyar við fleiri nýggjum tryggingum. Ein var fastgjaldsskipanin, har tú ikki misti bonus, men mátti rinda 3.000 krónur í sjálvsábyrgd av hvørjum skaða. Umframt at henda trygging dýrkar, hækkar sjálvsábyrgdin eisini upp í 3.600 krónur.
Afturat hesum boðar Tryggingarfelagið Føroyar frá, at tryggingargjøldini verða prístalsviðgjørd, so tey hækka í samsvar við lønar- og útreiðsluvøkstur annars.
Annað nýtt tilboð frá Tryggingarfelagnum Føroyar var endurgjald fyri bilsakn. Tá fekst tú 10% av skaðaupphæddini útgoldið sum plástur á sárið fyri ongan bil at hava, meðan hann var til umvælingar. Nú krevur Tryggingarfelagið, at hesar útreiðslur skulu skjalprógvast.
Gunnar í Liða, stjóri á Tryggingarfelagum Føroyar segði við útvarpið í gjár, at hækkingarnar eru úrslit av dumpingprísum sum úrsliti av kappingini. Hann segði, at hetta var ábyrgdarleyst, men at Tryggingarfelagið Føroyar var noytt at fylgja við.
Skaðatølini fyri fyrra hálvár í ár eru sera ljót og vísa stórt undirskot.