Klæmint Olsen
[email protected]
319199/519199
??????????????
Hvat er ogn Føroya fólks? Hagarnir? Fiskigrunnarnir? Í øllum førum haldi eg, at stovnar og fyritøkur, ið hava havt einkarrætt at taka pening inn frá borgarunum, eru ogn Føroya fólks. Millum hesar er Tryggingarfelagið Føroyar.
Eina og eina kvart milliard krónur - 1.250.000.000 - er tað blivið til í eginpeningi síðan 1940, nú tryggingin verður løgd um. Abbi og omma tín, pápi og mamma tín, og so tú og kona tín hava goldið. Øll hava vit verið við at uppbygt Tryggingarfelagið Føroyar.
Virkisøkið hjá tryggingini var áður avmarkað. Men nú er Tryggingarfelagið Føroyar umlagt, so tað ikki einans snýr seg um trygging, men eisini onnur øki.
Sum tryggingartakari ? limur í Tryggingarfelagnum Føroyar ? hevur tú eitt avgerandi orð. Tú velur umboðsráðslimirnar, og hesir umboðsráðslimir eru teir, sum velja nevndina, ið ger av, hvussu milliardin skal nýtast.
Undirritaði er valevni til umboðsráðsvalið. Verði eg valdur, fari eg at leggja dent á m.a. hesi viðurskifti:
?opinleika og gjøgnumskygni
?"profesionella" nevnd
?tryggleika hjá starvsfólkinum
?umboðsráð við ávirkan.
Tú kanst enn atkvøða til umboðsráðsvalið. Freistin at biðja um atkvøðuseðili er týsdagin í komandi viku (2. mars). Atkvøðuseðil fært tú við at upplýsa navn, bústað og føðingardag, og so:
?ringja 345600, ella
?senda teldubræv til [email protected]
Hevur tú spurningar í sambandi við valið, ert tú vælkomin at venda tær til undirritaða.