Havnar Fimleikafelag hevur gjørt stuðulssáttmála við Tryggingarfelagið Føroyar fyri 2011-2012 og 2012-13.
Havnar Fimleikafelag hevur meira enn 100 ár á baki og hevur í dag 1500 limir býtt út á 80 lið í aldrinum 1½ til 73 ár. Til at dríva felagið eru heili 160 venjarar, hjálparar, bólkar, deildir og nevnd. Felagið hevur 17 kappingarlið, 9 í rútmiskum- og 8 í amboðsfimleiki.
Erla Mikkelsen, forkvinna fyri Havnar Fimleikafelag og Kristina Háfoss, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum, undirskrivaðu sáttmálan.
- Vit eru sera fegin um, at eitt so stórt felag sum Tryggingarfelagið Føroyar hevur valt at stuðla okkum og gleða vit okkum til eitt gott samstarv, har menning av fimleiki drívur verkið, sigur Erla Mikkelsen, forkvinna í Havnar Fimleikafelag.
- Vit eru fegin um at gerast samstarvsfelagi hjá Havnar Fimleikafelag. Sera stórur partur av øllum børnum í Føroyum íðka fimleik frá heilt ungum árum. Hetta inniber m.a., at fimleikurin leggur lunnar undir víðari menningini hjá nógvum børnum innan bæði fimleik og aðra ítrótt. Havnar Fimleikafelag ger eitt megnar arbeiði og hevur eisini stóra undirtøku og sera nógvar limir í alskyns aldursbólkum. Hetta er við til at skapa trivna og góða heilsu. Vit vóna og vænta at samstarvsavtalan okkara millum verður við til, at tryggja ein framhaldandi vøkstur í virkseminum hjá Havnar Fimleikafelag, sigur Kristina Háfoss, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum.