Tryggingarfelagið Føroyar hevur fram til apríl 2004 verið býtt upp í tvey geografisk arbeiðsøki í høvuðsstaðnum. Um 60 starvsfólk hava havt sín gerandisdag niðri á Kongabrúnni í Havn, meðan onnur 40 hava sitið uppi á Hálsi, men eftir eina trý ára langa verkætlan, sum sambært leiðsluni hevur kostað millum 30 og 50 milliónir, er alt virksemið teirra nú savnað niðri á Kongabrúnni. Fýra gamlir bygningar eru umvældir frá grundini, og hóast talan hevur verið um eitt drúgt arbeiði, er stjórin Gunnar í Liða fegin um úrslitið.
- Vit hava leingi sæð fram til dagin, tá øll starvsfólk okkara kundu savnast undir somu lon í Havn, tí hetta er týdningarmikið fyri samskiftið og samarbeiðið í fyritøkuni, sum víðari elvir til betri kundatænastu, sigur Gunnar í Liða.
Stjórin greiðir frá, at fysisk frástøða í einu og somu fyritøku altíð er ein meinbogi fyri arbeiðslagið, og frá byrjan hevur leiðslan mett, at fyritøkan ikki er størri enn so, at øll starvsfólkini kunnu arbeiða í somu húsum.
- Eftir at vit fusioneraðu í 1998, hava vit havt hetta ynskið, og loksins eydnaðist okkum at fullfíggja ætlanirnar, sigur Gunnar í Liða.
Hølini á Hálsi til leigu
Stjórin á Tryggingini sigur um samlaðu verkætlanina, sum fór í gongd í 2001, at hon hevur verið bæði drúgv og dýr.
- Av tí at bygningarnir vórðu so gamlir, og vit máttu byrja so grundleggjandi, gjørdist arbeiðið sera kostnaðarmikið og drúgt, men hetta hevur verið neyðugt, um vit skuldu hava úrslitið, vit í dag standa við, vísir tryggingarstjórin á. Bygningurin á Hálsi, fyritøkan higartil hevur nýtt, verður sambært Gunnari í Liða leigaður út, nú alt starvsfólkið á Trygggingini er flutt haðani oman á Kongabrúnna.
- Partur av bygninginum er longu leigaður út til fútan og ALS, meðan restin av av bygninginum nú verður leigað út, og stórur áhugi tykist vera fyri tøku hølunum, sigur Gunnar í Liða. Tryggingin hevur sostatt einki virksemi á Hálsi longur, og er hetta sambært stjóranum eitt stórt framstig fyri fyritøkuna.
Tilsamans arbeiddu sum sagt um 40 fólk í hølunum á Hálsi, meðan umleið 60 starvsfólk hava arbeitt niðri á Kongabrúnni, og eru tey100 arbeiðsfólkini í Havn nú savnað undir sama taki. Tilsamans arbeiða umleið 120 fólk á Tryggingarfelagnum Føroyar, tá deildir kring landið eru íroknaðar.