Móttøka
Væl av fólki var til móttøkuna, sum varð hildin við góðum pinnamati og leskandi.
Deildarleiðarin, Niels Juul Akraberg og tey 10 starvsfólkini, hann hevur á deildini, høvdu úr at gera við at taka í hondina á fólki, sum ynsktu teimum tillukku við hølunum.
Undir móttøkuni spældi Jóannes S. Hansen friðarligan og vælljómandi tónleik á klaver, og seinni spældu eisini Monika Stauss Joensen og Dánjál Eysturstein nøkur verk á violin og klaver.
Tilsamans settu tey trý ein hugnaligan dám á móttøkuna, har fólk komu á gátt at ynskja tryggingarfólkunum tillukku við nýggju og snotuligu hølunum.
Hølini, har Tryggingarfelagið Føroyar eftirhondini hevur húsast í fleiri ár, liggja væl fyri miðskeiðis í "hjartanum" í Runavíkar kommunu, men nú helt felagið, at tíðin var komin til byggja hølini um, so tey gerast meira kunda-vinarlig.
Gáva til Bláa Kross
Við móttøkuna greiddi stjórin í Tryggingarfelagnum Føroyar, Gunnar í Liða, frá teimum broytingum og umbyggingum, ið eru gjørdar, og hann legði dent á, at stigini eru tikin fyri framhaldandi at tæna viðskiftafólkunum.
Hann helt, at Tryggingarfelagið Føroyar hevur allar fyritreytir fyri at veita viðskiftafólki eina holla tænastu.
Gunnar í Liða segði, at felagið hevur avgjørt at veita Bláa Krossi eina peningagávu til tað arbeiði, sum felagsskapurin ger.
Tað var leiðarin á Bláa Krossi, Jaspur Langgaard, ið tók ímóti kekkinum, sum var upp á 20.000 krónur.
Saman við starvsfólkum sínum fegnaðist hann um gávuna, sum hann segði, at felagsskapurin fer at nýta til fyribyrgjandi arbeiði.