Tryggingin farin úr Hotel Føroyar samtakinum

P/F Gist&Vist hevur keypt hotelbygningarnar frá TF samtakinum, og P/F Poul Hansen og fólk í leiðsluni í Gist & Vist hava keypt partabrøvini hjá TF samtakinum í Gist & Vist.

P/F Gist&Vist hevur keypt hotelbygningarnar frá TF samtakinum, og P/F Poul Hansen og fólk í leiðsluni í Gist & Vist hava keypt partabrøvini hjá TF samtakinum í Gist & Vist.

 

P/F Gist&Vist, sum rekur hotel og matstovur, hevur keypt bygningarnar frá TF Samtakinum.

 

Tað sigur P/F Gist & Vist í tíðindaskrivi í kvøld. Talan er um bygningarnar: Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn og vallararheimið Kerjalon.

 

Higartil hevur rakstrarfelagið P/F Gist & Vist langtíðarleigað hesar bygningarnar frá TF Ognir hjá TF samtakinum, sum hevur átt bygningarnar. Smyril Line átti Hotel Føroyar, bæði bygningin við Oyggjarvegin og rakstrarfelagið fram til 2004, tá rakstrarfelagið varð selt til núverandi eigarar.

 

Men TF Samtakið hevur nú selt øll síni minnilutapartabrøv í P/F Gist&Vit til P/F Poul Hansen og leiðsluna í P/F Gist&Vist.

 

– Broytingin hevur við sær, at nú eigur P/F Gist & Vist hotelbygningarnar, og at leiðslan nú eigur meirilutan í felagnum, umframt at P/F Poul Hansen er nýggjur partaeigari.

 

– Virksemið verður óbroytt fyri okkara gestir, starvsfólk og samstarvspartar, sigur Johannes Jensen, stjóri í P/F Gist & Vist.

 

Keypið er treytað av góðkenning frá Kappingarráðnum.