Tryggingin í Havn á einum staði

Seinastu tíðina hevur bygningurin við Tryggingarfelagið Føroyar í Havn staðið í gerð. Gunnar í Liða, stjóri á Tryggingini, sigur ætlanina vera, at øll starvsfólkini í Havn skulu savnast á einum staði

 

Umbygging

 

 

 

Seinastu tíðina hava flestu havnarfólk uttan iva varnast, at stórt umvælingararbeiði fer fram niðri á Kongabrúnni, og at Kopargøta av tí sama er stongd. Orsøkin til hetta er stórt umvælingararbeiði, sum Tryggingarfelagið Føroyar er í holt við at gera, og er hetta einki minni enn eitt stórarbeiði, sum í løtuni stendur í gerð.

 

Í løtuni hevur Tryggingin høli uppi á Hálsi í Havn í bygninginum hjá gomlu Brunatrygging, meðan høvuðsbygningurin er á Kongabrúnni. Eftir ætlan skal alt virksemi savnast niðri á Kongabrúnni, tá umvælingararbeiðið er liðugt. Gunnar í Liða, stjóri á Tryggingini, sigur, at tað er ein stórur fyrimunur at hava alt samlað, enn at hava ymisk hølir kring Havnina.

 

- Vit eru ikki fleiri arbeiðsfólk enn so, at vit kunnu hava alt á einum staði. Tað er ein stórur fyrimunur, og tað sakna vit hvønn dag, sigur Gunnar í Liða.

 

 

 

Alt arbeiði umleið tvey ár

 

Í løtuni standa tríggir bygningar í gerð, og er tað eitt stórt arbeiði, sum Tryggingin er farin undir. Tað verður arbeitt í trimum húsum ella bygningum samanlagt. Í hølunum omanfyri handilin Niels l. Arge og við síðuna av verður eisini arbeitt. Hesin bygningur verður vanliga nevndur Geilin, og er tað fyrrverandi høli hjá Gjaldstovuni. Aftanfyri júst nevndu høli er tað, sum vanliga verður rópt kamarsbygningurin, eisini í gerð. Navnið kemst av, at fyrr varð hesin bygningur nýttur til hotelkømur.

 

Eftir at hesir tríggir bygningar eru lidnir, er ætlanin eisini at gera eitt sindur við verandi bygning hjá Tryggingini. Ein føst tíðarætlan er løgd til hetta arbeiði, og tað fara at ganga umleið tvey ár, til alt arbeiði er liðugt.

 

Byggingin fer fram í fleiri etapum ella stigum, og tískil verður liðugt so hvørt við ymisku hølini. Sostatt fara úrslit at síggjast so líðandi, meðan alt arbeiðið samanlagt fer at taka umleið tvey ár.

 

Gunnar í Liða sigur, at sum tað sær út til í løtuni, fer Kopargøta aftur at vera gjøgnumkoyrandi í oktober mánaði.

 

 

 

So vakurt sum gjørligt

 

Gunnar í Liða sigur, at tey á Tryggingini leggja sera stóran dent á, at tað verður so vakurt sum gjørligt, tá liðugt er at umvæla.

 

- Vit ætla at gera bygningarnar og umhvørvið so vakurt sum gjørligt, og eg vænti, at eftir umbyggingina verður nógv vakrari enn frammanundan. Gunnar í Liða sigur, at ætlanin ikki er at gera fasaduna á øllum bygningunum eins, tí so tykist tað at vera ein veldiga stórur bygningur, sum ikki tosar við húsini kring seg, og sum ikki er serliga hugaligur á at líta.

 

- Hóast vit byggja húsini saman, ætla vit, at hvørt húsið skal varðveita sítt serliga snið og sjarmu, hóast ein eisini skal síggja, at alt hoyrir saman, sigur Gunnar í Liða. Tá arbeiðið er liðugt, verður væl at merka meiri pláss at rúmast í hjá starvsfólkunum á Tryggingini.

 

- Handlarnir vera í neðra í húsunum, og so fara vit at nýta nýggju hølini til skrivstovur hjá starvsfólkum okkara.

 

Gunnar í Liða væntar, at eftir umbyggingina verður nógv vakrari, og at tey síggja fram til, at ætlanin við byggiarbeiðinum verður fullfíggjað.