At kappingarárið í fjør var tað besta hjá NSÍ nakrantíð, er neyvan neyðugt at endurtaka, men so mikið meira var tað ein sannroynd. Og nú skjøtil verður settur á eitt nýtt, er ið hvussu er ein fyritreyt fyri góðum úrsliti til staðar.
Einki gerst uttan gott fíggjarligt grundarlag, og ein týðandi partur av hesum grundarlagi hevur síðstu fýra árini verið stuðulsavtalan millum NSÍ og Tryggingarfelagið Føroyar.
Seinnapartin mánadagin varð henda avtala endurnýggjað, og sostatt er greitt, at Tryggingarfelagið Føroyar fimta árið á rað verður høvuðsstuðul hjá NSÍ.
? Vit valdu at halda fram við samstarvinum við NSÍ, tí vit hava verið væl nøgdir við hesi fýra árini, vit hava samstarvað, sigur Henry Olsen frá Tryggingarfelagnum Føroyar.
? Góðu úrslitini hjá NSÍ í fjør gjørdu tað bara enn meira upplagt at halda fram, og trúgva at framhaldandi samstarvið við NSÍ fer at gera Tryggingarfelagið Føroyar uppaftur meira sjónligt.
Felagið í stórari menning
Sum undanfarnu árini fevnir sáttmálin um eina grundupphædd, umframt bonus ? alt eftir hvussu væl tað eydnast NSÍ at røkka sínum høgu málum fyri komandi kappingarárið. Somuleiðis gevur sáttmálin NSÍ møguleika at brúka hølini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í Saltangará til taktikkfundir og annað.
Samskiparin hjá NSÍ, Ian Højgaard, gevur felagsins vegna til kennar, at eisini í NSÍ eru tey fegin um samstarvið undanfarnu árini ? og ikki minst, tað heldur fram í ár við:
? Felagið hevur verið í stórari menning hesi seinnu árini, og tað er ikki minst samstarvinum við Tryggingarfelagið Føroyar fyri at takka, sigur NSÍ-samskiparin.
? At hava eitt gott fíggjarligt grundarlag undir arbeiðinum hevur størri týdning enn nakrantíð. Ikki minst, nú UEFA og aðrir fótbóltsmyndugleikar eru farnir at seta alsamt størri krøv til fótbóltsfeløgini, eisini her í Føroyum.
Síðani undanfarna kappingarár eru einstakir spælarar givnir ella farnir til onnur feløg, men hóast lítil og eingin styrkur er komin til felagið uttanífrá, hava tey í NSÍ góðar vónir um komandi kappingarárið.
Venjarin, sum aftur í ár er Jógvan Martin Olsen, hevur longu havt spælararnar savnaðar til nakrar venjingar, og einir 20-25 hava spælarar hava verið við hvørja ferð.