Tveir dystir í fremstu kvinnudeildini í hondbólti eru spældir í dag.
Í Vestmanna spældu VÍF/Tjaldur og Kyndil. Kyndil vann ein tryggan 33-18 sigur. Støðan í hálvleikinum var 15-10 til Kyndil.
Í høllini á Hálsi í Havn vann Neistin eisini sannførandi 34-22 á StÍF. Støðan í hálvleikinum var 14-10 til Neistan. Neistakvinnur hava nú 20 stig fyri 10 dystir
Støðan í fremstu kvinnudeildini :
1. Neistin 10 dystir 20 stig
2. Kyndil 10 dystir 11 stig
3. VB 9 dystir 7 stig
4. VÍF/Tjaldur 8 dystir 6 stig
5. Stjørnan 8 dystir 6 stig
6. StÍF 9 dystir 4 stig