Tryggja tunnilsloft

Arbeitt verður komandi vikurnar í Leynatunlinum. Tunnilin er stongdur, og ferðslan verður leidd eftir gamla vegnum undir Leynaklivum

Leynatunnilin er stongdur, tí fólk hjá Landsverki eru farin at tryggja loftið. Samstundis arbeiðir fólk frá SEV og Føroya Tele við at leggja nýggjar kaðalar í vegbreytina.
Birgir Johannesen hjá Landsverki, sigur, at serliga vestari endi á loftinum hevur verið í heldur vánaligum standi.
Loftið verður nú tryggjað við boltum, eins og betong eisini verður sprænt uppundir, sigur Birgir Johannesen. Eisini hava verið onkrir lekar undan loftinum, sum nú skulu tettast, sigur hann.
Meðan fólk frá landsverki arbeiða undir loftinum, verður eisini arbeitt í vegjaðaranum.
Fólk hjá Føroya Tele og Sev nýta høvið, nu tunnilin kortini er stongdur fyri ferðslu, at leggja nýggjar kaðalar gjøgnum tunnilin. Tá nú grivið er, fer landsverk eisini at gera nýggjar rennur og brunnar í vegkantin. At enda skal vegbreytin eisini asfalterast, sigur Birgir Johannesen.
Í fyrsta lagi verður Leynatunnilin stongdur fyri allari ferðslu hetta til 17. september, siga tey á Landsverki. Tá verður roknað við, at arbeiðini, sum gjørd verða í vegbreytini, eru liðug, og tunnilin verður opin fyri ferðslu um kvøldið og náttina, tá ikki verður arbeitt undir loftinum. Eina viku inn í oktober ella so fer arbeiðið væntandi at vara, metir Birgir Johannesen.
Meðan arbeitt verður í Leynatunlinum, verður ferðslan leidd við ferðsluljósum eftir gamla vegnum undir Leynaklivum. Vegurin er ikki tíðarhóskandi, og tí er neyðugt at hava einvegis ferðslu.