Fyri løtu síðani endaði annar dysturin hjá føroyska manslandsliðnum í Emerging Nations kappingini, sum er í Bulgaria í hesum døgum.
Í dysti í Gabrovo í Bulgaria í dag vunnu Føroyar trygt 40-30 á Moldova. Støðan í steðginum var 21-16 í steðginum. Moldovanska liðið var væl við í byrjanini, men so fór føroyska liðið frá Moldova, og fyrstu løtuna í seinna hálvleiki øktu føroyingar um leiðsluna, so eingin ivi var um sigurin.
Peter Krogh var valdur til besta mann í dystinum, og bleiv heiðraður aftaná dystin. Peter Krogh var eisini toppskjútti hjá Føroyum við sjey málum.
Málskjúttar: Peter Krogh 7, Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Tróndur Kragesteen 5, Høgni Klein Olsen 5 (2 brotskøst), Rógvi Dal Christiansen 4, Hanus Christophersen 3, Tróndur Arge 3, Rókur Akralíð Nielsen 3, Torstein Balle 2, Allan Norðberg 1, Frank B. Askildsen 1
Føroyska málverjarnir, Jan Pauli Toft Johannesen og Eliesar Rubeksen høvdu báðir eitt bjargingarprosent uppá 33 prosent.
Útlendsku veddingarfyritøkurnar vóru eisini sannførdar um, at Føroyar fóru at vinna. Oddsini uppá føroyskan sigur lógu millum 1,12 og 1,15, sum er sera lágt.
Føroyar, sum eru verandi meistarar í kappingini spæla í morgin klokkan 14 ímóti Armenia, sum í dag tapti 43-12 ímóti Kina. Ígjár tapti Armenia 46-13 ímóti Moldova. Fyri tveimum árum síðani vunnu Føroyar 61-9 á Armenia í Emerging Nations kappingini, sum tá var í Kosovo.
Føroyar hava vunnið seg í fjórðingsfinaluna, har mest sannlíka mótstøðuliðið er Bulgaria, sum er vertsland fyri Emerging Nations kappingina hesaferð.
Støðan í bólki D: