Beinanvegin, tá ið startskotið var brostið, sást tað, at miðvingar ætlaðu, at tað skuldi ganga øðrvísi í dag, enn tað gjørdi fyri viku síðani, tá ið Argjabáturin sprakk avstað og longu, tá ið startspurturin var av, var tað leyst millum bátarnar báðar.
Tað eydnaðist Miðvingi eina løtu at halda tørn, men so munaðu tøkini hjá argjamonnum meiri, og sum tíðin leið, so øktist munurin alt meiri. Miðvingur megnaði ikki at svara aftur, og tá ið bátarnir fóru um málið, var munurin seks sekund ella tvær bátslongdir.
Á Skála var munurin trý sekund. Tað vil við øðrum orðum siga, at hesa ferð var tíðarmunurin dupult so stórur, sum hann var fyri viku síðani millum Argjabátin og Miðvingin.
1 Argjabáturin 07:08.08
2 Miðvingur 07:14.10
Støðan
1 Argjabáturin 27
2 Miðvingur 25
3 Gullbrandur 10