Tað bert ein lítil løtu at byrja við, at dysturin millum Stjørnuna og Neistan var spennandi. Eftir einar 10 minuttir tók Stjørnan seg nøkur mál fram um, og vaks munurin bara millum liðini.
Neistin hevði ilt við at fáa mál. Serliga var tað tí, at málverjin hjá Stjørnuni stóð sera væl og hevði nógvar góðar bjargingar. Fyrra hálva tíman skoraði Neistin bert fimm mál, meðan Stjørnan fekk ellivu.
Í seinna hálvleiki var munurin millum liðini umleið 10 mál allatíðina, og tá seinasti bríkslið ljóðaði, var støðran 29-18 til Stjørnuna.