Talið á samarittum, sum millum annað geva fyrstahjálp við skaðum og geva lívbjargandi fyrstahjálp til ein sjúkrabilur kemur, verður størri og størri hjá Reyða Krossi Føroya Samstundis er tað eisini vorðið meira vanligt, at fyriskiparar av stórum tiltøkum í Føroyum ? herímillum festivalum, konsertum, Ólavsøku v.m. ? venda sær til Reyða Kross Føroya við ynskinum um, at samarittar eru til staðar til hesi tiltøk.
- Til komandi summarfestival hava vit sett samarittar fleiri støð í Klaksvík. Harafturat vóru vit eisini til staðar við G! Mini, Futt í býin og á Ólavsøku. Í Havn er tað vorðin fastur vani, at hvørja ferð eitt tiltak við yvir 1000 fólkum er, so hevur kommunan eisini samarittvaktar við, sigur virksemisleiðarin fyri samarittarnar í Reyða Krossi Føroya ? Bo Warberg.
Samarittar eru sjálvboðin, sum eru útbúgvin í kropsligari og sálarligari fyrstuhjálp. Tey eru sostatt lærd til at geva eina skjóta og nágreiniliga fyrstuhjálp á skaðastaðnum. Í stóru tiltøkunum í Føroyum eru teir ofta har í samstarvi við løgreglu og sløkkilið. Løgreglan hevur í summum førum ikki kapasitet nokk til eisini at taka sær av serliga fólki, sum hava fingið smáskaðar, verða ov full v.m.
- Og í tí sambandinum skal strikast undir, at vit hava tagnarskyldu, sigur Bo Warberg.
Við tí endamálið at fáa eyka royndir og serkunnleika hava fleiri samarittar í Føroyum harumframt verið við samarittum undir Danska Reyða Krossi á millum annað Roskildefestival og eisini Jellinge tónleikafestival.
Samarittarnir arbeiða uttan løn. Harafturímóti gjalda fyriskipararnir fyri samarittluttøkuni til Reyða Kross Føroya, sum brúka pengarnar til neyðhjálp, menningarhjálp og sosialt arbeiði.