Tryggur VB-sigur

VB hølvaði Tjaldur av, tá tey bæði niðastu liðini í bestu kvinnudeildini hittust leygardagin

Tjaldur-VB 15-34 (7-14)


Ikki høvdu liðini tað stóra at spæla um, tá Tjaldur og VB hittust leygardagin. Tjaldur hevur enn ikki roynt at vunnið ein dyst hetta kappingarárið, meðan tær hjá VB hava verið eitt vet ov stuttar í flestu dystunum, og tískil ikki bert eru á einum fimta plássi á stigatalvuni.

VB liðið hevur tó sýnt sera góðan vilja alt kappingarárið, og innan leingi gjørdist eisini greitt, at tær so sanniliga ætlaðu at vinna dystin í Runavík.


Eingin spenningur

VB liðið legði nevnliga bragdliga fyri, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var støðan longu 9-1. Eftir hetta kom ongantíð aftur spenningur í dystin, tó at Tjaldur tað, sum eftir var av hálvleikinum, megnaði at fylgja við málskjótingini hjá gestunum.

Seinna umfarið var gongdin á leið hin sama. VB legði fyri við at skjóta eini seks mál á rað, og restina av dystinum var bert ein spurningur um, hvussu stórur sigurin skuldi verða.


Munurin er stórur

Dysturin varð sostatt enn ein staðfesting av, at munurin millum Tjaldur og hini liðini er alt ov stórur.

18 ferðir hava tær verið á vølli hetta kappingarárið, og hóast tær onkuntíð hava verið nær við at fáa stig burtur úr dystinum, so hevur talan í flestu førum verið um rættuliga trivalig tap.

Úrtøkan hjá VB hevur hóast alt verið nakað betri, enn hjá Tjaldrinum, men enn hava tær so ikki megnað at bast nøkrum av teimum ovaru liðunum.

Tapini móti hesum hava tó í flestu førunum verið sera tepur, og við eitt lítið sindur av hepni, høvdu vágbingar helst kunnað hugt nakað ovarligari á stigatalvuna. Nú er kappingin tó alt ov langt útliðin til, at VB genturnar kunnu gera ein vørr í so máta.

Tær hava tó í ár sýnt, at grundarlagið fyri einum góðum liði so avgjørt er til staðar. Ungu leikararnir fara uttan iva at mennast enn meira komandi árini, og megnar VB at halda fast um fólkið har suðuri, er einki at ivast í, at liðið fer at gera um seg fremstu røðini komandi árini.

Fyri fyrst mugu tær tó taka til takkar við einum fimta plássi umframt silvurmerkjunum, sum tær vunnu sær í steypafinaluni.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Tjaldur: Sonja Gleðisheygg 4, Sunri Gleðisheygg 4, Heidi Jacobsen 2, Kristine Ellingsgaard 2, Mona Langgaard 1, Beinta Jacobsen 1

VB: Regina Rádó 7 (3), Rannvá Augustinussen 6, Sólrun Krosslá 6, Arnleyð Krosslá 4, Christina Holm 5, Gurið Mortensen 3, Eyðbritt Krosslá 2

Brotskøst:

Tjaldur 1, VB 3

Útvísingar:

Tjaldur 4, VB 1

Dómarar úr Kyndli:

Hanus Kúrberg og Hans Thomassen