Trygt hjá VÍF

Hóast mansverju av Ioanu Rápa, so eydnaðist ongantíð hjá Kyndli at fáa spenning í dystin móti VÍF

Hondbóltur

Ioana Rápa var um nakar munurin, tá Kyndil og VÍF dystaðust í Havn í fyrra dystinum sínamillum í grundspælinum. Ta ferðina skeyt stórskjúttin hjá VÍF 18 mál, og ta søguna vildi Kyndil so ikki hoyra umaftur, tá liðini hittust í Vestmanna sunnudagin.
Frá fyrsta bríksli royndu tær at taka Ioanu úr spælinum, og fyrstu løtuna tóktist hetta eisini at geva úrslit. Kyndil var á odda 3-1, tá níggju minuttir vóru farnir, men so gekk alt av skriðjuni til. Eftir eitt time-out broytti VÍF verjuna til eina 5-1, so Randi Wardum ikki skuldi sleppa so væl framat at skjóta, og so var mest sum liðugt hjá Kyndli. Tær vórðu tvingaðar at skjóta útifrá, og við Manuelu Stan í málinum, var hetta ikki nakað, sum gav VÍF stórvegis trupulleikar.
Samstundis borgaði hetta fyri, at Manuela kundi nýta kanska vandamesta vápn sítt, tá hon ferð eftir ferð sendi viðleikarar í skjótálop, ella við eini neyvari sending alt fyri eitt legði trýst á Kyndils-verjuna.
At munurin so ikki gjørdist størri enn tað sama, kann Kyndil fyrst og fremst takka sínum málverja fyri. Guðrun í Lágabø hevur í ár víst seg sum sannur fongur hjá Kyndli, og aftur hesa ferð prógvaði hon, at hon avgjørt telist millum bestu málverjarnar í landinum.
Við sigrinum kom VÍF upp á fimta plássið, har tær nú eru ájavnar Søljuni í stigatali. Um tann støðan fer at halda, er so ein annar spurningur.
Kyndil er hinvegin framvegis partur av botnstríðnum, har tað fyrst og fremst er í dystunum móti StÍF og Tjaldri, at stigini skulu fáast til høldar.

Fakta um dystin
VÍF-Kyndil 25-11 (11-5)
Málskjúttar
VÍF: Fríða Marjunardóttir 5(1), Finngerð Jensen 5, Eyðritt Andreasen 4, Alis Høghamar 3, Linda Johannesen 2, Ioana Rápa 2(1), Annfríða Helgadóttir 2, Manuela Stan 1, Kirstin Helgadóttir 1
Kyndil: Randi Wardum 7(4), Súsanna Petersen 2, Linda Weihe 1, Hildur Mikkelsen 1
Brotskøst: VÍF 6, Kyndil 8
Útvísingar: VÍF 4, Kyndil 3
Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen. Komu væl frá uppgávuni, sum tó heldur ikki var ov trupul.