Trygvi er spentur til uppgávuna í Klaksvík

Fríggjamorgunin skrivaði Trygvi Mortensen undir sáttmála við KÍ. Trygvi skal næsta kappingarár venja næstbesta liðið hjá KÍ, og dentur verður lagdur á arbeiðið við ungu spælarunum
- Eg havi, at hendan ætlanin, sum KÍ hevur lagt, er púra røtt, og eg eri sera spentur til at sleppa í gongd við arbeiðið, segði Trygvi Mortensen, tá ið hann skrivaði undir sáttmálan við KÍ.
- KÍ hevur nógvar góðar ungar spælarar, og tað er rætt av felagnum at leggja enn størri dent á arbeiðið við 1. deild og unglingum, segði hann.
Trygvi Mortensen, sum er 39 ára gamal, vandi í fjør Formulaliðið hjá NSÍ. Hann hevur eisini vant ungdómslið í NSÍ í nógv ár, og hann hevur somuleiðis vant bestu liðini hjá B68 og EB/Streymi.