Trygvi trýr uppá tað

B68 venjarin heldur ikki, at tað er nøkur orsøk at geva skarvin yvir, hóast tað framvegis er langt fram til bjargingina

Nýggi B68 venjarin, Trygvi Mortensen, heldur ikki, at hansara menn nýtast at geva skarvin yvir, hóast teir bara hava fingið eitt stig og tað er langt fram til áttanda plássið og harvið trygdina fyri endurvinning av plássinum í bestu deildini.
- Hugburðurin var góður í Fuglafirði. Í 1. hálvleiki haldi eg, at vit vóru leikliga omaná. Vit komu fleiri ferðir til baklinjuna og høvdu fleiri hornaspørk. Sammett við ímóti VB hekk tað betri saman.
Men tað er langur vegur burtur av aftasta plássinum?
- Talvan sigur, hvussu støðan er. Í fyrstu atløgu mugu vit hava eyguni eftir 9. plássinum. Men tað snýr seg bara um næstu uppgávuna. Hon verður stór á Mølini á Eiði, men eg haldi, at tað eigur at bera til at fáa nakað burturúr. Vit skulu minnast til, at fýra av spælarunum, sum ivaleyst høvdu verið boð upp á at vera millum teir fyrstu ellivu hesa ferð, vóru ikki tøkir. Tað svíður, tá ið úrvalið ikki er serliga stórt frammanundan, staðfestir B68 venjarin.