Talan var allarhelst um skammlop í einari eltalvu, og sløkkiliðið fekk skjótt tamarhald á støðuni
Tað var við fullum útrykkningi, at sløkkiliðið í Havn kom á staðið uppi í Hoydølum, eftir at fráboðan um eld var komin haðani.
Løgreglan var eisini skjót á staðnum og sperraði økið av uppi við omankoyringina til Hoydalar.
Sløkkiliðið bar skjótt av og brátt var vandin av. Lítil og eingin skaði hendi annað enn at eltalvan smeltaði.
Sløkkiliðið kom við tveimum sløkkibilum umframt innsatsbili, men hetta er standard, tá rykt verður út, sigur Kartni Jacobsen, sløkkiliðsleiðari.