Beint aftaná klokkan 17 fekk Tórshavnar Sløkkilið fráboðan um eldsbruna í Gomlu Hoyvíkini.
Sløkkiliðið hevur sent brandbilar á staðið, og har hevur verið full manning á staðnum í eina løtu.
Talan var ikki um álvarsligan eldsbruna. Eldur var komin í eina skrellispann, sum hongur føst í einum húsum. Fólk, ið gekk forbí, sløkti eldin við einum pulvursløkkjara, men sløkkiliðið hevur staðfest, at brandalarmurin í húsinum eisini er farin frá.
Tí hevur Sløkkiliðið seinastu løtuna arbeitt við at finna útav, um bygningurin hevur fingið nakran skaða. Talan er um bygningin, har Tjóðsavnið heldur til.