Trýr ikki upp á lætta til tey á niðastu rókum

– Eg havi mist vónina um, at Jørgen Niclasen fer at halda lyftið, sum bæði hann og løgmaður hava givið um skattalætta til lág- og miðalinntøkur.

– Eg havi mist vónina um, at Jørgen Niclasen fer at halda lyftið, sum bæði hann og løgmaður hava givið um skattalætta til lág- og miðalinntøkur.

 

Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.

 

Tað var í gjár, at Jørgen Niclasen legði fram fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár. Har varð gjørt greitt, at lág- og miðalinntøkur ikki fáa skattalætta á hesum sinni.

 

Les eisini: Tað er fullkomiliga hol í høvdið

 

Men í røðu løgmans á ólavsøku gav løgmaður lyfti um, at so fór at verða, tá hann segði soleiðis:

 

»Og ein gongd leið er at veita lág- og miðalløntum, støkum uppihaldarum og pensjónistum skattalætta.«

 

Les eisini: Fólk við lægri inntøkum fáa ongan skattalætta

 

Hóast Jenis av Rana fegnast um, at lætti er veittur støkum uppihaldarum, so er hann skuffaður av, at eingin lætti verður latin lág- og miðalinntøkum.

 

– Jørgen Niclasen hevur sjálvur lovað skattalætta, men hetta er vorðið meira hálvhjartað, sum tíðin er liðin, sigur Jenis av Rana. Hann vísir á, at fyri góðum ári síðani tosaði Jørgen Niclasen um eitt hugskotskatalog, sum tey skuldu gera í Fíggjarmálaráðnum.

 

– Eg kundi hugsað mær at sæð, hvat stendur í hesum hugskotskatalogi. Jørgen Niclasen tekur eftir øllum at døma ikki undir við tí. Hann brúkar tað heldur sum ræðumynd og nevnir ognarskatt og hækkað arvaavgjald, sum hann ikki vil síggja, sigur Jenis av Rana.

 

Formaðurin í Miðflokkinum sigur, at hann nú fer at spyrja eftir hesum hugskotskatalogi, og hann lovar, at Miðflokkurin fer at gera hvat hann kann fyri at benda fíggjarlógaruppskotið soleiðis, at onkur lætti kann veitast teimum á niðastu rókunum.

 

Sambært Jenis av Rana, so er eingin avgerð tikin í samgonguni um, at lág- og miðalinntøkur ongan skattalætta skulu fáa kortini.

 

– Eg veit, at fleiri fólk í Sambandsflokkinum hava ein sosialan profil. Tað er fólk, sum eg líti á, og sum eg fari at tosa við, sigur Jenis av Rana.

 

Hann sigur, at Miðflokkurin undir fíggjarlógini fer at gera alt tað hann kann fyri at rætta upp á skeivleikarnar.

 

– Í fjør kom Jørgen Niclasen við uppskoti um at lækka rentufrádráttin 1,5 prosent. Tað gekk ikki. Nú roynir hann seg við at lækka hann eitt prosent. Hesum fara vit eisini at stríðast ímóti.

 

Jenis av Rana viðgongur, at tað tykist rangvørt at stríðast í samgonguni ímóti »skaða«, sum samgongan ger, heldur enn at halda givin lyfti frá løgmanni og Jørgen Niclasen um skattalætta til lág og miðalinntøkur.

 

– Eg má bara staðfesta, at Fólkaflokkurin og Miðflokkurin ikki hugsa um somu sosialu bólkar, tá vit tosa um, hvør hevur tørv á hjálp. Vit hugsa um tey á niðastu rókunum, sigur Jenis av Rana.