Trýst á KÍ og AB

Upptakt: Í KÍ eru fleiri ivamál og Sanir Tahri er við, meðan AB er uttan tveir teir fremstu

Í kvøld vera tveir dystir í 23. umfari í Effo-deildini. Í Klaksvík tekur KÍ ímóti AB. Bæði liðini elta liðini frammanfyri. KÍ eltir HB um 4. plássið, meðan AB eltir FC Suðuroy í niðurflytingarstríðnum.

 

Rás2 hevur flutt sendinet. Les meiri niðast í greinini

 

Tí stendur nógv upp á spæl fyri hesi bæði liðini. Spælir væl av, so kann KÍ yvirhálað HB í kvøld, um HB tapur í Gundadali móti B36, meðan KÍ vinnur á AB.  Fyri KÍ kemur tað væl við, at Sanir Tahir hevur fingið loyvini upp á pláss og kann fáa debut í kvøld. Kenan Hajdarevic er ein av ivasomu spælarunum. Óvist um hann spælir.

 

Hoyr Rás2 á netinum við at trýsta HER

 

Fyri argjamenn er støðan ein onnur. Teir vunnu seg sunnudagin uppum niðurflytingarstrikuna, men vinnur FC Suðuroy sum væntað á EB/Streymi komandi sunnudagin, so skal AB vinna í kvøld fyri at varðveita 8. plássið.

 

Les eisini: HB uttan Fróða - B36 uttan Róald

 

Toppskjúttin, Jógvan Skeel Nolsøe, er ikki við. Hann fekk sítt fimta gula kort í sigrinum á TB. Eisini Jobin Drangastein er uttanfyri. Hann fekk fýra pentir í andlitið, eftir samanstoyt sunnudagin. Sorin Anghel spælir ikki aftur í ár.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá báðum dystunum, ið byrja klokkan 18.

 

Rás2 hevur skift net. Alt virksemið hjá Rás2 hevur skift yvir á netið hjá KissFM. Sostatt verður beinleiðis frásøgnin at hoyra á 98,7 í suðurstreymoy og partar av eysturoynni, og á 88,7 í Norðoyggjum. Rás2 kann eisini hoyrast á netinum umvegis heimasíðuna midlar.fo.