Trýstið er øgiligt

Beinleiðis kjak á Rás2 í dag: Hevur samgongan gjørt eitt bragd, ella hevur hon lagt eina bumbu undir landskassan?

Hevur samgongan gjørt eitt bragd við at fáa avlop á fíggjarlógina næsta ár? Ella er talan um eina hættisliga gongd.

 

Tað er spurningurin, tey fara at umrøða í beinleiðis kjaksending á Rás2 klokkan 16 í dag.

 

Og tey, sum fara at kjakast um málið, eru Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, og Janus Rein, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

 

Óli Breckmann, sum skipar fyri sendingini heldur, at fá høvdu helst væntað, at tað fór at eydnast samgonguni at venda stóra hallinum á fíggjarlógini til eitt avlop næsta ár.
 

- Tað er í hvussu so er tað, sum stendur í uppskotinum til karmar fyri fíggjarlógina 2016 og sum løgtingið fer at viðgera í morgin.

 

- So er spurningurin, um tað er bláoygt at vænta, at uppskotið um fíggjarkarmar fer at halda, tá ið løgtingið er liðugt at gera uppskotið til sjálva fíggjarløgtingslóg fyri 2016, sum skal vera løgd fram í seinasta lagi 30 september í ár.

 
- Valár er, og trýstið á landskassan frá øllum síðum, andstøðu sum samgongu, áhuga- o. ø. trýstbólkum, yrkisbólkum og fakfeløgum, er ovurstórt og hóttir við at økja útreiðslurnar hjá tí almenna.
   

Hann vísir á, at samstundis sum útreiðslurnar hjá landskassanum eru øktar 1,4 prosent um árið í meðal, er búskapurin vaksin tvær miljardir krónur, ella 3,6 prosent í meðal um árið

 

- Í hesum valskeiðnum eru almennu inntøkurnar vaksnar hálvatriðju ferðir skjótari enn almennu útreiðslurnar, og tí kann samgongan leggja fram karmar fyri fíggjarlóg 2016 við 56 miljóna avlopi.


 
Hesin risa vøkstur í búskapinum er vorðin veruleiki, tí talið á løntakarum í Føroyum er vaksið eini 1000 fólk, umframt at talið á sjálvstøðugt vinnurekandi, og talið á teimum sum arbeiða uttanlands, er vaksið 700 fólk.

 

- Arbeiðsloysið er lækkað út 7 prosent niður í 3,2 prosent og er hitt lægsta í Norðanlondum og Evropa, har tað í meðal er tríggjar ferðir so høgt, nevniliga 10 prosent. Netto fráflytingin úr Føroyum er broytt til netto tilflyting til Føroya og fólkatalið í Føroyum vaks við 400 fólkum netto í fjør.


 
Men so eiga vit eisini at spyrja, hvussu landskassin fær sínar nýggjar inntøkur umframt frá meiri skatti og nýtslugjøldum.


 
- Partarnir av fiskivinnuni, sum hava stór avlop í hesum tíðum, serliga verksmiðjutrolarar eystanfyri og uppsjóvarflotin, rinda í ár landskassanum 200 mió kr fyri at sleppa at fiska og tað er væl meiri enn í fjør.


 
Somuleiðis skal alivinnan rindar slakar 100 milliónir krónur í avgjøldum næsta ár. 
- Altso verður ali- og fiskivinnan kravd at gjalda  300 milliónir krónur av sínum vinningi, umframt tær hundraðtals milliónirnar, sum hesar báðar høvuðsvinnurnar longu frammanundan rinda gjøgnum lønarskatt frá túsundtals starvsfólkum, tá ið tey, sum arbeiða í avleiddum vinnum, eru tald við

 

- Men er hetta ikki ein hættislig gongd, at landskassin verður heftur av stórum vinnuligum avlopum, tí tey kunnu minka, táið bakkøst koma, verður spurt í sendingini.