Útselt er til finaluna um løgmanssteypið

Spælararnir hjá HB og B36 koma at spæla frammanfyri næstan 3.500 áskoðarum

Fyrsta reina havnarfinalan í steypakappingini hjá monnum í 27 ár er útseld.

 

Tá HB og B36 spæla finaluna um løgmanssteypið leygarkvøldið 25. august klokkan 19.45 verður tað fyri einum útseldum Tórsvølli. 

 

FSF boðar frá í kvøld, at tað er staðfest, at tað er útselt til finaluna um løgmanssteypið.

 

HB spældi fyri metstórari fjøld á Summarfestivalinum í Klaksvík ímóti KÍ, og B36 hevur roynt seg frammanfyri stórari áskoðarafjøld í Turkalandi í Europa League. Nú møtast liðini so á einum útseldum Tórsvølli.

 

Áskoðarakapasiteturin á Tórsvølli er beint undir 3.500.

 

Tað serliga í ár verður, at umframt, at Aksel V. Johannesen, løgmaður kemur at handa løgmanssteypið sum siður er, so kemur Fríðrikur krúnprinsur at handa heiðursmerkini aftaná dystin.

 

FM1 sigur sjálvandi frá finaluni um løgmanssteypið, og in.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn.