Útselt til Creamy

Øll atgongumerkini til konsertina í Runavík eru seld, og nú verður samráðst um eina eykakonsert í Havn

Millum 1800 og 1900 atgongumerki eru seld til konsertina hjá poppbólkinum Creamy í Runavík.

Og nú eru fleiri atgongumerki ikki at fáa.

Hálvføroyski bólkurin, sum syngur danskar barnasangir, hevur góðan byr í Føroyum.

Fløgan hjá teimum hevur verið millum tær mest seldu seinasta hálva árið, og í útvarpinum hevur nógv verið at hoyrt til sangirnar á fløguni.

Nú vísir sølan av atgongumerkjum eisini, at føroysku børnini hava tikið undir við lívliga danska barnapoppinum, sum hevur selt eini 200.000 eintøk í Danmark.

Ítróttarhøllin í Runavík tekur 2000 fólk, men fyrireikararnir ? Kappróðrarfelagið NSÍ ? hava valt at steðga søluni, nú millum 1800 og 1900 atgongumerki eru seld.

Konsertin, sum verður leygardagin 12. februar, er tann einasta á skránni. Ætlanin var eisini at hava eina konsert í Havn, men hendan varð strikað.

Nú verður aftur tosað um at hava hesa konsertina, men partarnir samráðast í løtuni um, hvat tað skal hava við sær av meirútreiðslum.

Um ein semja kann gerast um treytirnar fyri eini eykakonsert, verður hendan helst í ítróttarhøllini á Hálsi sunnudagin 13. februar.