Útselt upp á trý korter

Danir vilja aftur síggja landsliðsfótbólt. Seinastu árini hevur áhugin fyri danska fótbóltslandsliðnum verið fallandi, men góða gongdin í HM-undankappingini hevur so ruddiliga slóða fyri øktum áhuga. Í september spælir Danmark heimadyst móti Portugal, og tað er longu langt síðani, at tann dysturin var útseldur. Og tá atgongumerkini til heimadystin móti Svøríki tann 10. oktober vórðu sett til sølu fríggjadagin, tók tað bara 45 minuttir at selja hesi.