Porkeri ? Senegal: Bilar í hópatali standa parkeraðir allastaðni í bygdini hetta leygarkvøldið. Í missiónshúsinum savnast fólk til missiónsviku, men í samkomuhúsinum "Betania" er eisini missión á skránni.
Fólk úr allari oynni eru samankomin at vera saman við teirri 31 ára gomlu Lív Poulsen, sum hetta kvøldið verður send út sum trúboðari til afrikanska landið Senegal.
Í gongini verða fólkini møtt við vøkrum sangi frá sangkórinum úr oynni, og tá tey eru liðug at syngja kann sjálv útsendingin byrja.
Nógv fólk eru samankomin, bæði ung og eldri, tí tað er ikki gerandiskostur, at ein trúboðari verður sendur so langa leið sum til Afrika.
Øll vilja tey samgleðast og vísa sín stuðul, nú fyrireikingarnar til ta longu ferðina eru at enda komnar. Tveir dagar seinni skal hon úr Føroyum og út í heim.
Skal ein bera eina heilsu fram til henda trúboðaran, so má tað vera nú!
Álvarsom løta
Tað er ein serstakur dámur yvir eina slíka fráferðarsamkomu. Og tað skilst á fólki, at hetta eisini er ein álvarsom løta fyri hesi trúgvandi systkin hennara.
Løtan byrjar við at Mikkjal Sørensen hevur eitt orð og biður síðani eina bøn.
Eftir ein felagssang er samrøða á skránni. Bróðir Lív, John í Skemmuni, sum er í fulltíðar tænastu í Føroyum, setur fram spurningar til Lív um ta tænastuna, sum nú liggur fyri framman.
Símun í Túni, sum er leiðari fyri felagsskapin New Tribes Mission, hagani Lív verður send út frá, ber síðani fram ein boðskap, áðrenn løtan er komin til tær serstøku heilsanirnar frá útvaldum fólkum.
Frá samkomuni Ebenezer í Havn bar Osvald Kjærbo fram heilsu, meðan fólk frá fýra samkomum í Suðuroynni somuleiðis bóru fram heilsur: Samkoman á Tvøroyri er umboðað av Hildigarð Jacobsen; samkoman í Hvalba av Jens Sofus Thomsen; samkoman í Vági av Kára Hammer og samkoman í heimbygdini av Porkeri av Jastrid Sørensen. Hennara heilsan er at lesa aðrastaðni á hesi síðuni.
Forbøn fyri Lív er somuleiðis á skránni, og fyri hesi stóðu Pidda Larsen úr Porkeri, Róald Norðberg úr Vági og Andrew Thomsen úr Porkeri.
Løtan í møtisalinum endaði við at Lars Djurhuus úr Porkeri endaði við bøn, áðrenn felagskórið sang sín seinasta sang.
Aftaná var hugnaløta við einum drekkamunni har enn fleiri nýttu høvið at at koma við góðynskjum til Lív.