Í kvøld verður útsetti dysturin í Formuladeildini millum GÍ og TB leiktur í Gøtu. Dysturin skuldi verið leiktur 3. juli, men tá bleiv hann avlýstur, tí at vindurin var so nógvur í Gøtu.
GÍ og TB hava dystast einaferð áður í ár, og tað var á Sevmýri 16. mai. Tann dystin vann TB greitt 3-0.
Dysturin í kvøld er eisini sermerktur á tann hátt, at hetta er fyrsti dysturin hjá GÍ, síðani liðskiparin og stóra stjørnan á liðnum, Súni Olsen, fór til danska superligafelagið AaB, og spennandi verður at síggja, hvussu tað fer at ganga hjá gøtumonnum uttan landsliðsmannin.
Bæði liðini hava harðligani brúk fyri einum sigri, og tí kann væntast, at menn fara at leggja nógv fyri í strembanini eftir sigrinum.
Dysturin í kvøld verður leiktur í Gøtu klokkan 17.30.