Útsettur fyri triðju ferð

Hóast hann var á skránni leygardagin, so varð dysturin millum Sóljuna og StÍF enn eina ferð útsettur, men kappingarnevndin heldur tó fast um, at hann skal spælast. Enn tykist eingin tó at vita nær

Hondbóltur

Sum skrivað í leygardagsblað okkara, so skuldi útsetti dysturin frá grundspælinum millum Sóljuna og StÍF spælast leygardagin, eftir at dysturin í tveimum umførum var útsettur.

Var av ongum
Ætlanin hesum viðvíkjandi var tó av ongum, tí boðini úr Vágunum til HSF vóru púrasta greið. Sóljan hevur nevnliga áður gjørt vart við sína misnøgd um, at dysturin ikki varð avgreiddur í heyst, og tær boðaðu HSF frá, at tær so ikki ætlaðu at møta til dystin.
Andrea Nielsen er formaður í Sóljuni, og hon sigur fyri Sosialinum, at tær hava kravt eitt svar frá HSF, áðrenn tær fara at spæla dystin.
- HSF skal svara okkum, hví málið viðvíkjandi hesum dystinum hevur gingið, sum tað hevur gjørt.
- Vit møttu upp til hendan dystin í heyst. Tað sama gjørdu dómararnir, men StÍF kom ongan tíð fram. Vit útfyltu tá ein dómaraseðil, sum dómararnir skrivaðu undir, og har stóð, at vit høvd vunnið uttan dyst, men onkursvegna varð hesin ongan tíð góðkendur.
- Tí hava vit biðið um eina frágreiðing um, hvussu alt er farið fram í hesum, og fyrr enn vit hava fingið hesa, ætla vit okkum so ikki at spæla nakran dyst.
- Har afturat skal sigast, at vit als ikki hava fingi boð um, at dysturin skuldi spælast leygardagin. Í øllum førum ikki frá HSF. Vit hava lisið hetta í bløðunum, men har haldi eg so, at vit skuldu fingið boðini fyrst, heldur formaðurin hjá Sóljuni.

Skal spælast
Formaðurin í kappingarnevndini hjá HSF, Jógvan Martin Mørk, harmast sjálvsagt um støðuna, men hann heldur, at Hondbóltssambandið má gera eina roynd at loysa upp fyri málinum.
- Tað er rætt, at Sóljan hevur biðið um eitt svar hesum viðvíkjandi, og hetta mugu vit so geva teimum. Enn er tað ikki sent avstað, men vit eru í ferð við at orða eitt slíkt, vóru boðini, tá vit sunnukvøldið fingu orðið á Jógvan Martin.
Spurdur, um HSF hevur ætlanir um at lata dystin fara, uttan at verða spældan, sigur kappingarstjórin, at tað hava tey ikki.
- Dysturin skal spælast. Eingin ivi um tað. Vit kunnu ikki einvíst fara inn og gera nakran part til syndabukk í málinum við at døma nakran sum vinnara.
- Nú fara vit so í fyrsta umfari at svara fyrispurninginum frá Sóljuni, og so mugu vit bara síggja, hvussu leikur fer, men sjálvandi vóni eg, at tað ber til at avgreiða dystin hampuliga skjótt, sigur Jógvan Martin Mørk at enda.