Útstykking og skúlar fyrst í Klaksvík

Í Klaksvíkar kommunu eru meirilutin og minnilutin felags at leggja fíggjarætlan fyri 2008, og arbeiðið er komið væl áleiðis Hóast einki endaligt uppskot er enn um fíggjarætlan fyri 2008, ætlar Klaksvíkar býráð at leggja størsta dent á útstykking og skúla næsta ár.

Tað sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, við Norðlýsið. Hann vísir á, at ein liðug verkætlan er á Helnabrekku, og ein er í gongd norðuri í Ánunum, og fyri framman eru útstykkingar á Norðoyri, Uppi á Fossum og í Árnafirði.

Steinbjørn O. Jacobsen sigur, at íløgurnar á fíggjarætlanini næsta ár verða einastaðni millum 40 og 50 mió. krónur. Kommunan væntar at fáa 140 mió. krónur í inntøku.

Lánsbtrðan hjá Klaksvíkar kommunu er vaksin og er oman fyri 100 mió. krónur, sum tó er væl minni enn ein álíkning.