Útstykkja grundøkir undir Brekkuni

Nólsoyar kommuna vil hava fleiri at seta búgv

 

Bygdaráðsformaðurin heldur tað vera rætti vegurin at ganga at veita fólki góðar umstøður at seta búgv í Nólsoy, tí bygdin liggur so tætt uppat meginøkinum, har nógv dýrari er at fáa tak yvir høvdið.- Vit vilja hava fleiri barnafamiljur út her at búgva, so uppaftur størri nytta verður í teimum tænastum, vit veita borgarunum við eitt nú skúla og barnaansing, sigur Jógvan Thomsen




Nólsoy: Ein lutfalsliga stór ætlan, sum Nólsoyar kommuna arbeiðir við, er ein útstykking og byggibúning av 8-9 grundøkjum undir Brekkuni har eysturi í bygdini.

Jógvan Thomsen sigur, at bygdaráðið skal hava eina viðgerð av hesum málinum aftrat, áðrenn tað er endaliga í ?pottinum?.

Hann vísir á, at fólkatalið í Nólsoy, sum í dag er 265, aftur er í vøkstri og barnatalið somuleiðis. Í Nólsoyar skúla ganga eini 37 børn.


Fleiri børn,bíligari ansing

- Barnaansingin í kommununi er ein rættiliga tungur postur í mun til barnatalið í skipanini, sum liggur millum 12 og 15.

Jógvan vísir á, at skipanin kostar 1,066 milj. krónur netto um árið, og tá er skjótt at rokna út, hvat hvørt barnið kostar.

- Hevði barnatalið verið størri, var prísurin fyri hvørt barnið eisini lægri, sigur hann.

Bygdaráðsformaðurin heldur tað vera rætti vegurin at ganga at veita fólki góðar umstøður at seta búgv í Nólsoy, tí bygdin liggur so tætt uppat meginøkinum, har nógv dýrari er at fáa tak yvir høvdið.

- Vit vilja hava fleiri barnafamiljur út her at búgva, so uppaftur størri nytta verður í teimum tænastum, vit veita við eitt nú skúla og barnaansing.

Og at hetta so aftur gevur nakrar eyka skattakrónur í kommunukassan, man ivaleyst telja við í metingini hjá Jógvani!

Barnagarður, eldrasambýli og Steffanstova

Nólsoyar kommuna hevur eisini sett av eitt øki beint eystanfyri skúlan til tað, teir kalla ?onnur endamál?.

? Vit hava ikki lagt okkum fastar á, hvat alt hetta økið skal brúkast til, men hugsast kann, at her einaferð verður ein barnagarður og møguliga eitt eldrasambýli.

Jógvan vísir á, at Emil Thomsen arbeiðir við eini ?Steffanstovu?, sum ætlandi verður eitt savn eftir kenda listamálaran, Steffan Danielsen.

? Spyrst okkurt burtur úr hesi ætlanini, hevur kommunan nevnda økið at vísa á, sigur hann.

Sum skilst, er ætlanin, at listafólk skulu hava høvið at koma út til Nólsoyar at mála og annars hava framsýningar í ?Steffanstovu?.

Kommunan væl fyri

Jógvan Thomsen sigur annars, at kommunan er rímiliga væl fyri fíggjarliga.

? Vit eiga 1,4 milj. krónur á bók, og kassakreditturin er trektur til umleið 650.000 krónur. So, ognin hjá kommununi er einar 750.000 krónur.Spurdur, hvussu stóra íløgukvotu, kommunan hevur fyri komandi ár, sigur bygdarráðsformaðurin, at honum kunnugt eru útoyggjarnar undantiknar teirri umtalaðu íløgukvotuni. Ístaðin eru tær generellu ásetingarnar í kommunustýrislógini galdandi. Hesar siga, at kommunan ikki skal skylda meira enn eina álíkning, sum er umleið 4 milj. krónur.

? ?Brendu? vit alt av í einum, kundu vit gjørt íløgur fyri nakrar milj. krónur. Men hetta hevði sett síni spor, tí tað hevði økt nógv um rentu-og avdráttarbyrðuna.

At enda sigur bygdarráðsformaðurin, at Nólsoyar kommuna vil sita væl í tí.

? Hetta prioritera vit rættiliga høgt, sigur hann.