Úttøkukapping í bogaskjóting

Bogaskjótideildin er farin undir úttøku kappingar til Oyggjaleikirnar á Hetlandi í summar

Bogaskjóting

Úttøku kappingarnar umfata fult FITA-umfar og verða tvær tær bestu kappingarnar grundarlag undir úttøkuni. Tíðin er knøpp og skal Oyggjaleikanevndin longu hava luttakara listan um tvær vikur, tí verða kappingar bæði komandi vikuskiftini.
Bogaskjótideildin hevur loyvið at senda 6 recurve skjúttar og 6 compound skjúttar, av hesum skulu vera fýra menn og tvær kvinnur. Eisini er ásett eitt minsta stigatal, sum ein skjútti skulu náa.
Fyrstu kappingina skipaði Ørvur fyri á Svangaskarði, byrjað varð leygarmorgunin kl. 0900, og skotið varð allan dagin. Líkindini vóru av teimum heilt frægu.
Menninir skutu 90, 70, 50 og 30 metrar og kvinnurnar skutu 70, 60, 50 og 30 metrar.
Tey, sum í hesum fyrsta umfari megnaðu krøvini og løgdu seg á odda í úttøkuni til oyggjaleikirnar vóru:
Compound menn: Schandorff Vang, Ørvur, (313+314+325+348) 1300 stig, Jóannes Poulsen, Ørvur, (298+317+326+352) 1293 stig og persónligum meti, Per Holm Andersen, Ørvur, (300+318+321+351) 1290 stig og Albert Dam, Ørvur, (293+311+323+349) 1276 stig.
Compound kvinnur: Sigrid Vang, Ørvur, (310+306+301+332) 1249 stig.
Recurve menn: Rógvi Mohr, Ørvur, (239+282+301+316) 1138 stig og persónligum meti, og Absalon Hansen, Tambar, (220+254+255+328) 1057 stig.
Recurve kvinnur: Annika Vang, Ørvur, (234+254+245+307) 1040 stig og nýtt føroyskt mett.
Gjørt verður vart við, at hetta bert er fyrsta kappingin, og kann endaligi listin verða broyttur.